Væntað verður, at fleiri hundraðtúsund borgarar í Hong Kong fara at koma til Stórabretlands, eftir at Stórabretland hevur gjørt tað møguligt hjá borgarum í Hong Kong at søkja um serligt visum til Stórabretlands.
Nýggja visumið, British National (Overseas) (BNO), varð sett í gildið 31. januar, eftir at kinesiska stjórnin setti í gildið harðrendar trygdarlóggávur í Hong Kong, ið skal gera tað lættari hjá kinesisku stjórnini at revsa mótmælisfólk, og sum flytir meira vald úr Hong Kong til Beijing, sigur BBC.
Síðan nýggja visumið kom í gildi, hava longu fleiri enn 27.000 Hong Kong borgarar søkt um BNO visum til Stórabretlands. Visumið gevur teimum rætt at vera í Stórabretlandi í upp til fimm ár, men møguleiki er fyri at søkja um varðandi uppihaldsloyvi.
Ætlanin er eisini, at bretska stjórnin skal hjálpa Hong Kong borgarum at koma upp á pláss í Stórabretlandi, millum annað við at veita teimum innivist og geva teimum atgongd til tær almannatænastur, sum eru í Stórabretlandi, sigur Robert Jenrick, bústaðarráðharri.
Upprunaliga metti bretska innlendismálaráðið, at um 154.000 Hong Kong búgvar fóru at koma til Stórabretlands undir nýggju visumætlanini, men um umsøkjaratalið heldur áfram at vaksa, verður hetta talið munandi størri, sigur BBC.
Hong Kong var undir bretskum stýri fram til 1997, tá Hong Kong varð latið kinesarum. Bæði í 2019 og 2020 vóru stór mótmæli í Hong Kong, har túsundtals Hong Kong íbúgvar mótmæltu, at vald varð flutt úr Hong Kong til Beijing í Kina.