Vann steypafinalu í flogbólti við einum beini

At tað ber til at koma aftur á føtur, sjálvt um hann bara hevur ein fót, er 24 ára gamli Georg Jacobsen eitt livandi prógv um. Fyri júst fimm árum síðan lá hann undir, tá ein flakamaskina, sum vigar trý tons, koppaði. Tað endaði við, at hann misti ein part av vinstra beini, men tað merkti ikki, at hann ikki kann liva víðari, og spæla flogbólt. Seinasta leygardag vann hann, saman við liðfeløgunum í ÍF, steypafinaluna

Sveinur Tróndason
6. mars 2021 kl. 14:06

- Eg elski at spæla flogbólt. Tað er mín ítróttagrein, og eg vildi sleppa aftur á vøllin. Tey fyrstu trý árini vóru ikki so hugalig, tí tað gekk ikki so væl við skaðanum, sum eg hevði vónað, men í fjør slapp eg at byrja aftur. Í smáum at byrja við, men nú leggi eg meira fyri…

Tað er 24 ára gamli Georg Jacobsen, sum tosar, og sjálvt um hann er óvanliga seigligur og róligur, so dugir hann illa at fjala, at hann er errin um steypasigurin, sum hann og liðfelagarnir í ÍF fingu til høldar um vikuskiftið.

Ikki tí, tað høvdu tey flestu ítróttarfólk havt orsøk til at vera, men hjá hesum unga fuglfirðinginum, sum nú býr í Søldarfirði saman við unnustu síni, Nataliu á Krákusteini, er støðan eitt sindur øðrvísi, tí hann hevur bara gott og væl hálvtannað beint.

Niðara part av vinstra beini, frá hálvum skinnabeininum, misti hann fyri fimm árum síðan, tá hann var úti fyri einum arbeiðsóhappi á læruplássinum hjá Peturi Larsen í Fuglafirði tann 14. mars fyri fimm árum síðan.

Í grundini var orsøkin til tað ein misskiljing. Hann og ein meistari høvdu tosað saman um eina flakamaskinu, sum teir skuldu í holt við at umvæla, og so fór hann sjálvur út og byrjaði at loysa boltarnar á beinunum á maskinuni, sum vigar meira enn trý tons.

Meginparturin av vektini á maskinuni, sum hann var farin undir at loysa, var í erva, tí har er motorurin, og tað er hann sum veruliga vigar, og brádliga sá hann bara luft ímillum maskinuna og beinið kom at liggja undir tungu maskinuni.

Georg kom á sjúkrahús, og har gjørdist skjótt greitt, at beinið mátti takast, áðrenn kolbrandur kom í.

Les drúgvu samrøðuna við Georg Jacobsen um hendingina, lívið aftaná at beinið var tikið og takksemi í blaðnum hesa vikuna ella sum haldari her.