Vandi er fyri omanlopi

Sløkkiliðið í Havn hevur stongt økið rundan um Kúrberg

Áki Bertholdsen
17. januar 2025 kl. 23:59

Sløkkiliðið í Havn boðar nú frá, at omanlop hevur verið í Kúrbergi. Samstundis mæla tey øllum frá at fara hagar, ella at ganga í økinum, tí vandi er fyri nýggjum omanlopum.

Pelar eru settir í jørðina við eini ávaring á

Sløkkiliðið sigur, at av trygdarávum er økið stongt, og tey heita á øll um at virða avmerkingar og vegleiðingar á staðnum. Myndin er frá Sløkkiliðnum