Ongin semja fekst í lag, eftir at semingsstovnurin í dag legði eitt semingsuppskot til nýggjan lønarsáttmála millum Sjúkrarøktarfrøðingafelagið og landsstýrið fram.
Sjúkrarøktarfrøðingarnir vrakaðu uppskotið, sum lønardeildin undir fíggjarmálaráðnum annars segði ja til.
Úrslitið var at pararnir fóru hvør til sítt og semingsstovnurin er givin at royna at fáa seemju í lag.
-Har var ov lítið av pengum á borðinum til tey ynskir, vit hava til ein nýggjan sáttmála, sigur Óluva í Gong, forkvinna hjá sjúkrarøktarfrøðingunum.
Honn sigur, at felagið fer at brúka nakrar dagar at gera av, hvat tey nú fara at gera.
Ruth Vang, landsstýriskvinna við fíggjarmálum, harmast um støðuna og sigur, at tey nú bíða eftir hvat felagið hjá sjúkrarøktarfrøðingunum fer at gera.