Kristni háskúlin í Nesvík er í vanda fyri at detta niðurfyri. Tað skilst á brævi, leiðslan fyri skúlan hevur sent fíggjarnevndini hjá Løgtinginum nú fíggjarlógin fyri næsta ár er til viðgerar.
Tey siga, at nógv virksemi hevur verið á skúlanum og at tey styttru skeiðini hava fingið góða undirtøki.
Men tey staðfesta samstundis, at tað hevur ikki eydnast teimum at hava eitt langt skeið fyri ungdómi við í minsta lagi 12 næmingum, sum er ein fortreyt eftir lógini fyri at fáa játtan til raksturin.
Sostatt er játtanin til skúlan strikað á fíggjarlógini fyri næsta ár.
Tey gera eisini greitt, at fellur stuðulin burtur, er ikki grundarlag fyri at hava skúlan longur. Tí heita tey á Løgtingið um at varðveita játtnina, sum er upp á 2,55 milliónir.
Vit hava áður sæð, at føroyskir háskúlar hava havt eina varliga byrjan, og vit meta, at tað fer at eydnast at fáa nóg nógvar næmingar til at, tey kunnu fáa stuðul eftir lógini, sigur leiðslan á háskúlanum. Men fortreytin er, at játtanin ikki verður strikað.
Tað er Heimamissiónin, sum hevur háskúlan og hann heldur til í Leguhúsinum í Nesvík. Tey siga, at endamálið við skúlanum er at vekja ans hjá næmingum fyri andaligum, málsligum og siðmennandi virðum, umframt likamligari rørslu, ítrivi og øðrum.