- Vit skulu ikki kløkka. Vit skulu ikki gera ov nógv av. Men vit eru í tí vandamiklastu støðuni í Evropa síðani annan veraldarbardaga, soleiðis segði aðalskrivarin í Nato, Jens Stoltenberg, sambært Dagbladet, fyrr í dag, tá hann helt røðu á norsku oynni, Utøya. Tað er eisini tí, at Nato ikki hevur blandað seg uppí konfliktina og sett hermenn í Ukraina.
Jens Stoltenberg helt røðu á Utøja í samband við árligu summarleguna, ið ungdómsflokkurin hjá norska javnaðarflokkinum, AUF, skipar fyri.
Sambært norska aðalskrivaranum, so hevur Nato tvær uppgávur: At stuðla Ukraina – og at forða fyri, at kríggið millum Russland og Ukraina gert til eitt stórkríggj.
- Tað er kríggj í Ukraina, og Russland hóttir eisini Nato. Vit mugu stuðla Ukraina, men vit mugu eisini forða fyri einum stórkríggið. Tað er munandi verri, um tað verður kríggj millum Russland og Nato, segði Jens Stoltenberg. Í røðuni vísti hann eisini hvar markið hjá Nato er.
- Putin má vita, at um hann hevur í huganum at gera við eitt Nato-land, eins og hann hevur gjørt við Ukraina, so er alt Nato til reiðar, segði aðalskrivarin í Nato.
Russiska innrásin í Ukraina hevur økt um áhugan at koma í verjusamgonguna Nato. Bæði Finnland og Svøríki hava søkt um limaskap í Nato. Higartil hava 23 av 30 Nato-limalondum góðkent umsóknirnar, millum annað USA.