Vandamikil flutningur við brennievnisdunkum á Smyrli
Frá Strandfaraskip Landsins um hamstring av brennievni í Suðuroy og ferðing við bili.
Rúni Korsgaard
25. mai 2024 kl. 13:00
Strandfaraskip Landsins hevur í morgun sent tíðindaskriv út viðv. flutningi av brennievni umborð á Smyrli.
Í tíðindaskrivinum er at lesa, at tað er strangliga bannað og sera vandamikið fyri trygdina hjá skipinum at føra dunkar við brennievni í bilinum inn á dekkið á Smyrli.
Manningin á Smyrli ger stakroyndir av viðførinum hjá bilum, ið fara umborð á Smyril á Krambatanga. Bilar verða avvístir, um teir hava dunkar við brennievni í bilinum.