Valskúlin ljóðbjálvaður av nýggjum

Umstøðurnar hjá 10. flokkunum í Klaksvík eru væl betur nú, enn tær hava verið

Vagn Foldbo skúlastjóri og Eyðstein Ólason Poulsen formaður í trivnaðarnevndini hjá Klaksvíkar kommunu. Mynd: klaksvik.fo
klaksvik.fo
26. januar 2024 kl. 15:30

Klaksvíkar kommuna skrivar soleiðis á heimasíðu síni í dag:

Væl umtókti “Valskúlin”, har allir 10. flokkarnir í Norðoyggjum eru savnaðir, hevur kring ársskiftið fingið eina dagføring, við tað at fleiri av hølunum eru blivin ljóðbjálvaði, soleiðis at ljóðið er blivið nógv betri í teimum og harvið eisini fortreytirnar fyri betri frálæru og trivnaði.

- Øll vita, hvussu stóran týdning tað hevur fyri trivnaðin hjá skúlanæmingum og lærarum, at ljóð-umstøðurnar eru tær røttuí teimum hølum, har undirvíst verður, og har nógv virksemi er, og tí fegnast vit um hesar ábøturnar, sum gera Valskúlan enn betur hóskandi fyri 10. flokkarnar, sigur Eyðstein Ólason Poulsen, formaður í Trivnaðarnevndini børn og ung.

Valskúlin er navnið á skúlanum, sum allir 10. floks næmingar í Norðoyggjum hava fyri seg sjálvar. Endamálið við Valskúlanum er at geva tí einstaka næminginum møguleika at útvega sær kunnleika, fimi, arbeiðshátt og málbering soleiðis, at hann verður sjálvstøðugur í heimi og samfelag.

Bygningurin er í trimum hæddum og liggur við Garðavegin,ikki so langt frá Skúlatrøð, men tó fyri seg sjálvan, soleiðis at Valskúlin hevur sítt egna “vaksna” skúlaumhvørvi.

Vagn Foldbo, skúlastjóri, upplýsir, at tað var á heysti í 2014, at 10. flokkarnir fyrstu ferð fluttu inn í hendan bygningin, sum kommunan seinni ognaði sær, og sum hevur víst seg at vera væl egnaður til endamálið. Valskúlin er útgjørdur við einum framúr góðum køki á niðastu hædd, sum saman við restini bygninginum gevur fleiri áhugaverdar undirvísingarmøguleikar.

- Eitt av ynskjum okkara um ábøtur hevur verið, at fáa gjørt ljóðið betri í fleiri av hølunum, og tí eru vit sera takksom fyri, at hetta nú er gjørt, sigur skúlastjórin.

Bygningurin, har Valskúlin heldur til, er upprunaliga bygdur sum smiðjubygningur, og hevur harumframt hýst m.a.Norðoya Fruktsølu, Klaksvíkar Sjómansskúla (nú Sjónám), kokkaskúla (nú TSK) og Klaksvíkar Bókasavni.

Trivnaðarnevndin børn og ung er nevndin, sum vegna býráðið varðar av skúlanum, og Eyðstein Ólason Poulsen, formaður, leggur dent á týdningin av, at kommunan støðugt raðfestir skúlan.

- Saman við dagstovnunum er fólkaskúlin ein tann týdningarmesti stovnurin í kommunu okkara, tí her búleikast okkara uppvaksandi ættarlið hvønn einasta dag. Tí er tað so umráðandi, at hesir karmarnir geva góðar fortreytir fyri trivnaði og menning.

Tí ræður um, at vit sum býráð leggja okkum eftir støðugt at dagføra og menna skúlan, bæði við smærri og størri átøkum. Hetta átakið er ein liður í hesum arbeiði, sigur Eyðstein Poulsen við klaksvik.fo.