Valrúsur í New York

Valstemningurin er í hásæti í demokratiska statinum New York

Ragnar Sjúrðarson
6. november 2024 kl. 00:23

Í dag skulu amerikanarar gera av, hvør skal taka við heimsins valdsmiklasta embæti tann 20. Januar 2025.

Í teimum flestu statunum er ongin ivi um hvat valevni fer at vinna valmennirnar. 

Hinvegin er spenningur í teimum sjey sving-statunum, ið eru Arizona, Georgia, Michigan, Nevada, North Carolina, Wisconsin og Pennsylvania. Til valið í 2016 og 2020 vóru tað nakrar 10.000 atkvøður frá hesum sonevndu sving-statunum, ið avgjørdu valið.

Hóast eingin ivi er um at Kamala Harris vinnur New York, er valstemningurin í bláa statinum í hásæti, har Trump-viðhaldsfólk eisini seta dám á.