Valið í Íslandi tryggjar ikki meira støðugleika

Altingsvalið í Íslandi herfyri boðar ikki frá meira støðugleika í íslendskum politikki

Regin Winther Poulsen
3. november 2017 kl. 08:28

Altingsvalið í Íslandi, ið so brádliga varð útskrivað í september mánaði, boðar ikki frá meira støðugleika í íslendskum politikki. Líkt er til, at samgongur antin mugu skipast ímillum nógvar flokkar ella verða samansettar av lítlum meirilutum. Í skrivandi stund er Katrin Jakobsdóttir besta boðið uppá næsta forsætisráðharran í Íslandi, hóast onki er avgjørt enn


Tá leiðararnir í íslendsku flokkunum brustu saman í fyrsta formansumfarinum, eftir at Altingsval varð útskrivað í september, var tað í veruleikanum bara eitt, sum allir leiðararnir vóru samdir um: Íslendskur politikkur hevði brúk fyri støðugleika.

Síðani kreppuna í 2008 hevur íslendskur politikkur verið merktur av politiskum gølum, ikki minst av persónsmálum, og tvær tær síðstu samgongurnar eru eisini falnar av persónligum málum hjá forsætisráðharrunum.

Men valúrslitið bar ikki beinleiðis boð um støðugleika, tí átta flokkar vórðu valdir á ting, og ímillum teir vóru tveir nýggir flokkar, ið einans gera politisku samráðingarnar um samgongu enn meira fløktar.


Hvør vann valið?

Tað er torført at siga, hvør vann valið í Íslandi síðsta leygardag. Sjálfstæðisflokkurin gjørdist aftur tann størsti flokkurin við góðum 25 prosentum av atkvøðunum, men tað er ein afturgongd á næstan fimm prosent. Samanumtikið tapti fráfarna samgongan, har Sjálfstæðisflokkurin stóð á odda, valið greitt, tí Bjørt Framtíð, sum er flokkurin, ið sleit samgonguna, varð als ikki valdur á ting aftur, samstundis sum Viðreisn, sum eisini var við í samgonguni, misti tríggjar tingmenn.

Hóast tær fyrstu veljarakanningarnar góvu ábendingar um, at Vinstri-Grøni flokkurin fór at gerast stóri sigursharrin, fekk flokkurin einans eina lítla framgongd í mun til valið í 2016 og endaði við umleið 17 prosentum av atkvøðunum. Men andstøðan áðrenn valið hevur ein tepran meiriluta við einum tingmanni.

Í veruleikanum eru stóru sigursharranir til valið kanska tí tríggir teir næstu flokkarnir í stødd, sum eru Samfylkingin við 12 prosentum og Miðflokkurin og Framsókn við 11 prosentum. Samfylkingin er sosialdemokratiski flokkurin í Íslandi, men í mun til í hinum Norðurlondunum hava sosialdemokratarnir í Íslandi ikki eina drúgva og glæsiliga søgu at vísa á. Samfylkingin varð stovnað í 2000 av fýra eldri vinstravendum flokkum. Flokkurin hevur havt nøkur góð val síðani stovnanina, men síðani flokkurin tók við stjórn eftir fíggjarkreppuna í 2008, hevur tað gingið illa at vinna undirtøku ímillum íslendska fólkið. Ringa gongdin hjá Samfylkingini síðani kreppuna rakti botnin til valið fyri einum ári síðani, tá flokkurin bara var eitt prosent yvir markinum fyri at fáa umboðan á tingið yvirhøvur. Tí kann tað tulkast sum ein stórur sigur hjá flokkinum at vera komin uppá 12 prosent aftur eftir so stuttari tíð.

Ein stórur vinnari er Miðflokkurin, sum varð stovnaður fyri fáum vikum síðani av Sigmundi Dávið Gunlaugsson, fyrrverandi formanni í Framsóknarflokkinum, sum hann eisini var forsætisráðharri fyri. Hann varð trýstur úr embæti sínum sum forsætisráðharri, eftir at hann varð nevndur í Panama-skjølunum. Men Sigmundur Dávið megnaði at taka fleiri kend andlit úr Framsókn við sær í nýggja flokkin, og tað er besta úrslitið nakrantíð fyri ein nýggjan flokk í Íslandi at fáa 11 prosent av atkvøðunum. Ongin ivi er tí um, at Sigmundur Dávið Gunlaugsson telist millum stóru sigursharrarnir á valinum, men ivasamt er hinvegin, hvussu nógvir flokkar vilja samstarva við manninum, ið hevði átt í einum felag, sum varð skrásett í Panama. Eitt felag, sum hann ikki eigur longur, tí hann seldi konu síni sín part, eftir at hann fór upp í politikk.

Framsóknarflokkurin fekk eisini 11 prosent av atkvøðunum, og hóast tað er ein lítil afturgongd í mun til síðsta val, verður tað mett sum ein sigur, tá hugsað verður um, at Miðflokkurin fekk eitt so gott val. Flokkurin hevur verið merktur av innanhýsis stríði, síðani Sigmundur Dávíð Gunlaugsson varð trýstur at leggja frá sær sum forsætisráðharri og seinni sum formaður.

Ein annar flokkur, ið skal nevnast, er Flokkur Fólksins. Flokkurin fekk 7 prosent av atkvøðunum og varð valdur á ting fyri fyrstu ferð. Flokkurin hevur sagt seg vilja hjálpa teimum gomlu og teimum veikastu í samfelagnum, men hevur eisini borið brá av fremmandahatskum tónum. Flokkurin verður eisini, hóast hann í prinsippinum hevur havt vinstravend mál á dagskránni í valinum, mettur sum ein høgravendur populistiskur flokkur – líkur danska fólkaflokkinum.


Hvør fær umboðið?

Tá val hevur verið í Íslandi, er spurningurin, sum miðlarnir altíð kappast at spáa um fyrst, hvør flokkur fær umboðið at byrja samgongusamráðingar. Siðvenjan er nevnliga, at allir leiðararnir í flokkunum, sum eru valdir á ting, fara á fund við forsetan at siga honum frá, hvønn tey peika á sum samráðingarleiðara. Tá allir flokkarnir hava hitt forsetan, byrjar ein mynd at tekna seg av, hvør man fara at royna at mynda samgongu saman. Men støðan er fløkt eftir hetta valið, tí tað allarhelst skulu nógvir flokkar til at mynda samgongu. Forsetin hevur givið flokkunum frið at hava óformligar samráðingar eftir at hava hitt allar flokkarnar, men roknað verður við, at hann fer at geva einum flokki umboð at skipað samgongu áðrenn vikuskiftið.

Høvuðskandidatarnir til at gerast næsti forsætisráðharrin í Íslandi eru sum vera man leiðararnir í teimum báðum størstu flokkunum, Vinstra-Grøna flokkinum og Sjálfstæðisflokkinum, men tað er ikki vist, at hesir báðir flokkar fáa embætið. Bæði Samfylkingin og Pirátarnir hava beinleiðis peikað á Katrin Jakobsdóttir, forkvinnu í Vinstra-Grøna flokkinum, sum næsta forsætisráðharra Íslands. Forkvinnan í nýggja flokkinum, Flokki Fólksins, er tann einasta, ið eins týðiliga hevur víst á nakran annan alment, tá hon segði, at bestu boðini eru Bjarni Benediktsson ella Sigmundur Dávíð Gunlaugsson, sum báðir hava verið forsætisráðharrar fyrr.

Eins og stabbamyndurnar vísa, er ikki altíð samsvar ímillum, hvussu nógvar atkvøður flokkarnir fáa kring landið, og hvussu nógvar tingmenn flokkarnir fáa. Roknihátturin, sum tingsessirnir kring landið verða býttir út eftir, ger eitt nú til hetta valið, at Framsóknarflokkurin fær eitt tingfólk meira enn bæði Samfylkingin og Miðflokkurin, sum annars fingu fleiri atkvøður enn Framsóknarflokkurin. Einfalda frágreiðingin er, at tingsessirnir verða givnir eftir valdømum, og tí snýr tingmannatalið eins nógv um, hvussu nógvar atkvøður flokkarnir fáa í valdøminum, sum hvussu nógvar atkvøður flokkarnir fáa tilsamans.

Júst tað at Framsóknarflokkurin fær ein tingmann meira enn Miðflokkurin og Samfylkingin ger, at Framsóknarflokkurin verður mett at vera í eini lyklastøðu til samgongusamráðingarnar á hesum sinni. Tað verður í heila tikið torført at skipa samgongu uttan Framsóknarflokkin, ið liggur á miðjuni á politiska ásanum. Framsóknarflokkurin var í andstøðu undan valinum og kundi tí skipa stjórn saman við hinum flokkunum, sum vóru í andstøðu – nevniliga Samfylkingini, Vinstra-Grøna flokkinum og Piratunum. Men formaðurin í Framsóknarflokkinum hevur longu boðað frá, at hann vil hava eina stjórn, sum er umboðað av flokkum báðu megin politiska ásan og sum telur fleiri tingmenn enn 32, ið er minst møguligi meiriluti fyri at skipa stjórn, og tað útilokar, at andstøðan fer í samgongu saman einsamøll. Formaðurin í Framsóknarflokkinum segði, at samgongan tí væl kundi verða mannað av heili seks flokkum, meðan hann setti minsta markið at vera fýra flokkar. Fráboðanin frá formanninum í Framsóknarflokkinum verður av íslendskum miðlum tulkað ymiskt, men eitt boð hevur verið, at hann ynskir eina samgongu, ið er mannað av øllum flokkunum uttan Sjálfstæðisflokkin og Miðflokkin. Undir yvirskriftini, Panamaprinsaleys stjórn í stoypiskeiðini, skriva Vísir.is, ið er ein stórur miðil í Íslandi, millum annað, at umboð fyri fleiri flokkar ikki halda, at tað ber til at skipa eina støðuga stjórn við Sjálfstæðisflokkinum ella Miðflokkinum, tí formenninir báðir hava verið nevndir í Panama-skjølunum og at tvær tær síðstu samgongurnar slitnaðu av trupulleikum kring teirra persón. Í somu grein verður sagt, at flokkarnir eru klárir at leggja stórar ósemjur til síðis fyri at loysa átrokandi trupuleikar, sum flokkarnir eru samdir um mugu gerast beinavegin. Gylta støðan hjá Framsóknarflokkinum gevur honum møguleika at fáa umboðið frá forsetanum at skipa samgongu, hóast sannlíkindi helst eru fyri, at Katrin Jakobsdóttir fær møguleikan fyrst.

Um Sjálfstæðisflokkurin skal koma aftur í samgongu, verður tað helst við Framsóknarflokkinum, Miðflokkinum og Flokki Fólksins, men tað tykist lítið sannlíkt, at Framsóknarflokkurin vil fara í samgongu við Miðflokkinum, sum er mannaður av fyrrverandi formanni og øðrum tingmonnum úr flokkinum. Hóast ymisk miðlafólk meta møguleikan báðu megin miðjuna vera grundina til lyklastøðuna hjá Framsóknarflokkinum, segði Baldur Þórhallson, stjórnmálafrøðingurin, sum Dimmalætting tosaði við í síðstu viku, við RUV.is, at Framsóknarflokkurin kanska ikki var í lyklastøðu beint nú, tí flokkurin skuldi mýkjast, um hann skuldi kunna arbeiða saman við Miðflokkinum. Hann heldur, at Vinstra-Grøni flokkurin er í lyklastøðu, tí møguleiki eisini er fyri, at Sjálfstæðisflokkurin og Vinstri-Grøni flokkurin kunnu fara í samgongu saman, men mett verður, at tað ikki er nakað, ið hevði hóvað baklandinum hjá Vinstra-Grøna flokkinum.


Kann taka langa tíð 

Fyrstu dagarnir benda tí á, at tað kann taka langa tíð at skipa nakra samgongu í Íslandi. Óformligu samráðingarnar, sum forsetin hevur loyvt, áðrenn hann gevur nøkrum flokki umboðið at byrja samgongusamráðingarnar, ber boð um, at Katrin Jakobsdóttir sum nú er hevur besti kortini í hondini at gerast næsti forsætismálaráðharri Íslands, men um hon skal leiða eina primert vinstravenda stjórn, er tað treytað av, at Framsókn spælir við. Bjarni Benediktsson andar hana í nakkan, og hann vónar helst, at langar samráðingar ímillum andstøðuflokkarnar geva honum kjans at bjóða Framsókn, Miðflokkinum, Flokki Fólksins ella kanska Vinstra-Grøna flokkinum til samráðingar. Men Bjarni hevur eitt keðiligt kort á hondini – tað hevur víst seg at kosta nógv at sita í stjórn við Sjálfstæðisflokkinum síðani fíggjarkreppuna og ruðuleikin í almennu miðlunum kring hansara persón er stórur.

Jú longri dregur út, jú størri verður trýstið á flokkarnar um at geva seg. Tí er spurningurin eisini, um sterka støðan hjá Framsóknarflokkinum og tráanin at koma í stjórn hjá Sjálfstæðisflokkinum kann enda við, at Framsóknarflokkurin fær næsta forsætisráðharran í Íslandi í boði fyri at fara í samgongu við Sjálfstæðisflokkinum, Miðflokkinum og Flokki Fólksins. Óansæð hvat, so verða allir flokkar noyddir at ofra stórar partar av sínum politikki fyri at skipa samgongu. Tá val var í Íslandi fyri einum ári síðani, tók tað næstan tveir mánaðir at skipa samgongu, og tá var ein flokkur minni á tingi at samráðast við. Um so er, at núverandi óformligu samráðingarnar ikki bera á mál skjótt, kann tað enda við at gerast ein spurningur um langa tíð, áðrenn samgonga er skipað. Tað er kanska akkurát langar samráðingar, sum skulu til, fyri at flokkar byrja at geva av sínum politisku ynskjum og soleiðis enda í samgongu.