Væleydnað ph.d.-verja

Undir verjuni í Kongshøll fríggjadagin róstu andmælingarnir May-Britt Skoradal fyri at hava sera dygga vísindaliga grund undir ph.d.-ritgerð síni um fótbóltsspæl sum heilsubót

Sigurjón Einarsson
10. mai 2021 kl. 14:52

Ritgerðin, sum varð vigað í Kongshøll fríggjadagin og funnin nóg tung, eitur “Football is Medicine: Promoting healthy living and an effective means of preventing and treating lifestyle diseases”.

Ritgerðin byggir á kanningarúrslit og tríggjar vísindaligar greinar, sum May-Britt hevur fingið útgivið í viðurkend tíðarrit, umframt eina fjórðu grein, sum er til metingar í løtuni. Hetta er holl grund at byggja ph.d.-ritgerð á, og tað fekk hon eisini rós fyri frá andmælingunum.

Kanningarnar hjá May-Britt Skoradal vísa samanumtikið, at fótbóltsspæl á smáum vøllum í 11, 16 og 52 vikur hevur breiða jaliga ávirkan á heilsuna hjá skúlabørnum, eldri fólki við prediabetes og kvinnum um skiftisárini við ov høgum blóðtrýsti.

Betringarnar fevna um heilsutættir so sum blóðtrýst, treysti, kolesterol, blóðsukur, kropssamanseting og beinheilsuna hjá hesum ymsu bólkunum.

Kanningarnar staðfesta uppáhaldið (hugsanargrundarlagið), at fótbóltsvenjing á smáum vøllum betrar almennu heilsuna í ymsum aldursbólkum, tá tað viðvíkir hjarta-, evnaskiftis-, vødda- og beinagrindsheilsu.

Á henda hátt kann fótbóltsvenjing fremja heilsugóðan livihátt og vera ein munadyggur háttur at fyribyrgja og viðgera lívsstílssjúkur.

Í metingarnevndini vóru Svein Arne Pettersen, professari, Idrettshøgskolen, Universitetet i Tromsø, Susana Cristina de Araújo Póvoas, lektari, Instituto Universitário da Maia – ISMAI, Portugal, og Marin Strøm, lektari á Fróðskaparsetrinum, sum var forkvinna í nevndini.

Høvuðsvegleiðari var Magni Mohr, professari á Fróðskaparsetri Føroya, og Peter Krustrup, professari á SDU.

Kelda: Brynhild Thomsen/Fróðskaparsetur Føroya