Vældámdi tónleikabólkurin Specktors verður nú at síggja í Føroyum. Síðsta ár var ætlanin, at teir skuldu spæla á G! Festivalinum, men orsaka av korona, bleiv konsertin avlýst. Nú fara teir at spæla í Sjónleikarhúsinum.
Ein av kendastu tónleikabólkunum í Danmark
Í bólkinum eru tveir limir. Teir nýta listafólkanavnið Wanner og JonasForFanden. Alt byrjaði í 2008, har ið teir skjótt blivu kendir fyri teirra garvillu og orkumikluð framførslum. Síðani tá, hava teir spælt á næstan øllum hugsandi spælistøðum í Danmark. Á festivalum sum Roskilde, Grøn Koncert og fleiri ferðir í Tivoli. Eisini hava teir havt konsertir í klubbum kring alt landið.
Fyri stuttari tíð síðani raktið staklagið hjá teimum Unz Unz platinum status. Lagið var útgivið í 2019, og var eisini tá, eitt av mest lurtaðu sangunum í Danmark sama árið.
Marius DC og nýggi tónleikabólkurin RSP koma at hita upp
Seinastu tvey árini er 17 ára gamli rapparin Marius DC blivin eitt av sjónligastu tónleikanøvnunum í Føroyum. Alt byrjaði, tá ið hann vann Sementkappingina í 2019. Síðani gjørdist hann Ársins nýggja navn til FMA sama árið. Nú er hann í fult sving við fleiri ymiskum verkætlanum, og hevur ongar ætlanir um at steðga við tónleikinum enn á sinni.
Nýggi tónleikabólkurin RSP kemur eisini at hita upp til Specktors. Limirnir í bólkinum kalla seg Ronrec, Stoney og Popparin. Teir eru klárir til at vísa hvat teir duga, og merkja seg innan føroyska tónleikaheimin.
Konsertin verður í Sjónleikarhúsinum fríggjadagin tann 25. juni kl. 20.00. Enn eru atgongumerkir til sølu á heimasíðuni: gorilla.atgongumerki.fo.