Val til grønlendska landsstýrið: IA gjørdist stóri vinnarin

IA fekk eitt kanónval til grønlendska landstingið, Inatsisartut, og fekk 37 prosent av atkvøðunum. Formaðurin í flokkinum, Múte B. Egede, gjørdist eisini toppskorari til valið

Sigurjón Einarsson
7. apríl 2021 kl. 09:41

Siumut má lata valdið frá sær og síggja seg yvirhálaðan av IA, ið sostatt hevur samráðingarrættin at gera nýggja samgongu. Hetta er bert aðru ferð, at Siumut ikki er størsti flokkur, síðani Grønland fekk heimastýri í 1979. Seinast var í tíðarskeiðinum frá 2009 til 2013.

Formaðurin í IA, Múte B. Egede, fekk eisini mest persónligar atkvøður til valið. Flokkurin fekk 12 tingsessir, men hevur brúk fyri at telja upp í 16 fyri at gera nýggja stjórn. Formaðurin vildi ikki avdúka, hvønn hann ætlar at fara í samgongu við, tá hann varð spurdur um hetta til formansumfarið tíðliga í morgun føroyska tíð.

Núverandi stjórnarflokkurin, Siumut, missir hervið fyrstarættin til at gera eina roynd at gera nýggja samgongu, hóast flokkurin við sínum 29,4 prosent av atkvøðunum fær eina lítla framgongd í mun til valið í 2018. Siumut heldur sínar tíggju tingsessir.

Stóri taparin til hetta valið eru Demokratarnir, ið einans fingu níggju prosent av atkvøðunum, og tað er helvtina minni enn flokkurin fekk til seinasta val, meðan Atassut fekk sjey prosent og heldur status quo í mun til seinasta val.

Naleraq fekk eitt gott val og fekk 12 prosent av atkvøðunum, men Nunatta Qitornai og Samstarvsflokkurin náddu ikki uppum gáttina til grønlendska landsstýrið hesuferð.

Innanhýsis stríðið í Siumut sær út til halda fram

Til formansumfarið vísti formaðurin í flokkinum, Erik Jensen, aftur, at flokkurin stendur í stað. Formaðurin hevði enn eina vón um, at flokkurin enn kann fara í samgongu við IA.  

- Vit fara nú at bíða eftir, hvat IA hevur at bjóða undir komandi samráðingum, segði Erik Jensen.

Samstundis ynskti Erik Jensen fyrrverandi formanninum í flokkinum, Kim Kielsen, til lukku við flotta valinum. Kim Kielsen fekk fleiri persónligar atkvøður enn formaðurin hjá sær, og tí sær út til, at innanhýsis stríðið í Siumut heldur fram.

- Eg haldi fram sum formaður fyri Siumut hóast hetta úrslitið, sló Erik Jensen fast til formansumfarið.

Erik Jensen koppaði sínum formanni og landsstýrisformanninum, Kim Kielsen, til landsfundin hjá flokkinum afturi í november, men hóast hetta, so helt Kim Kielsen fram sum landsstýrisformaður í Grønlandi.