Val í Grønlandi: Bert tveir flokkar peika á nýggjan landsstýrisformann

Í formansorðaskiftinum í gjár kom millum annað fram, at bert tveir av sjey flokkum peika á ein nýggjan stjórnarleiðara

Sigurjón Einarsson
6. apríl 2021 kl. 08:58

Í dag er val í Grønlandi.

Men bert tvey út av teimum sjey flokkunum, ið stilla upp til landsstýrisvalið, vildu seta navn á ein nýggjan formann fyri Naalakkersuisut (stjórnina) í gjárkvøldið til formansumfarið.

Tað skrivar KNR.

Hvørki Naleraq, Samarbejdspartiet (Samstarvsflokkurin), Nunatta Qitornai, Demokraatit ella Siumut vildu peika á ein nýggjan formann.

Tey einastu, ið peika á nýggjan formann vóru Mute B. Egede, sum er formaður fyri Inuit Ataqatiggit, og Aqqalu Jeremiassen, ið er formaður fyri Atassut. Báðir peika á seg sjálvar, sambært KNR.

Tó er ógreitt, hvør er hevur ábyrgdina fyri Siumut. Kim Kielsen, núverandi landsstýrisformaður í Grønlandi, varð vrakaður sum formaður í flokkinum í november, har Erik Jensen varð valdur sum nýggjur formaður. Kim Kielsen hevur tó sitið sum landsstýrisformaður, eftir at hann varð vrakaður í egnum flokki, tí er ógreitt hvør hevur ábyrgdina av flokkinum eftir valið.

Til formansumfarið í gjárkvøldið segði formaðurin, Erik Jensen.

- Fólk hava eina ábyrgd. Í Siumut er tað formaðurin, ið hevur hesa ábyrgdina.

Hvønn veg skal Grønland?

Tað var ósemjan um Kuannersuit-námsverkætlanin í Suðurgrønlandi, sum er atvoldin til at val varð útskrivað í ótíð. Siumut hevur leingi tala fyri, at verkætlanin var neyðug fyri at tryggja víðari menningina av samfelagnum. Men stóri vinstraflokkurin IA hevur leingi roynt at steðga verkætlanini, tí vandi er fyri dálking í økinum kring Narsaq. Hetta var eisini atvoldin til, at Kim Kielsen varð vrakaður sum formaður í flokkinum, tí við nýggja formanninum, Erik Jensen, hevur verið óvist, hvat flokkurin nú vil við verkætlanini við náminum

Onnur evnir, ið hava verið frammi í valstríðnum eru flogvallir, fiskarí og ríkisfelagsskapurin. Her eru flestu flokkar eru samdir um, at grønlendskt sjálvræði er málið, men flokkarnir eru tó ósamdir um, hvussu vegurin til sjálvræði verður funnin.