Ein stórur meiriluti av dønum, 66,9 prosent, hava atkvøtt fyri at avtaka verjufyrivarnið, sum Danmark hevur mótvegis ES. 33,1 hava atkvøtt ímóti avtøkuni.
Mette Frederiksen, forsætisráðharri í Danmark, sigur, at nú tað er kríggj í meginlandinum, so kunnu vit ikki vera uttanveltaði.
- Eg eri glað og errin. Í kvøld hevur Danmark sent ein týdningarmiklan boðskap til Putin og okkara sameindu. Fleiri starvsfelagar uttanlands hava longu boðað frá, at tey eru glað okkara vegna, sigur Mette Frederiksen, forsætisráðharri í Danmark. Hon leggur dent á, at atkvøðugreiðslan í kvøld ikki hevur við sær, at onnur fyrivarni verða avtikin.
Morten Messerschmidt: Baktjaldið hevur verið ósakligt
Tað eydnaðist ikki Morten Messerschmidt, formanninum í Dansk Folkeparti, at endurtaka sigurin til eina EU-fólkaatkvøðu. Hóast tað hevur hann virðing fyri avgerðini hjá veljarunum.
- Eg broyti ikki meining, og eg haldi enn, at tað hevði verið best at hildið aftur.
Í røðuni legði hann dent á, at ja-síðan hevur gagnýtt støðuna í Ukraina fyri at fáa ein meiriluta fyri at atkvøða ja.
Næst lægsta EU-veljaraluttøka
65,8 prosent av teimum, ið hava atkvøðurætt, hava atkvøtt til valið í dag. Hetta er næst lægsta veljaraluttøka, tá talan er um EU-atkvøðugreiðslu. Bara atkvøðugreiðslan um patentdómstólin í 2014 hevði eina lægri veljara-luttøku.
Kelda: Dr.dk