Væl dámdi Jermain Defoe er aftur í Sunderland: – Eg var ikki til reiðar at fara fyrru ferðina

Sunderland hevur skrivað sáttmála við enska áleyparan Jermain Defoe, ið fer at spæla fyri The Black Cats restina av hesum kappingarárinum. Tað er serliga sambandið við viðhaldsfólkini, sum hevur fingið Defoe aftur til Sunderland, har hann eisini spældi við í árunum frá 2015 til 2017

Sigurjón Einarsson
3. februar 2022 kl. 13:15

Altjóða flytingarvindeygað í fótbólti læt aftur mánakvøldið, sum nógv hevur verið skrivað um í ymsum miðlum, men ein flyting, ið kanska ikki fór við so nógvum yvirskriftum, var tann hjá 39 ára gamla Jermain Defoe, sum skrivaði undir ein sáttmála við Sunderland restina av hesum kappingarárinum, eftir at hann varð leysgivin av Glasgow Rangers.

Sostatt fer Jermain Defoe at spæla fyri The Black Cats, sum felagið eisini verður nevnt, næstu mánaðirnar, ið nokk vera teir seinastu í hansara yrkisleið. Defoe spældi eisini við Sunderland frá 2015 til 2017, har tað bleiv til 37 mál í 93 dystum fyri felagið.

Og tað er ein væl dámdur áleypari, ið nú er komin aftur til Sunderland. Áskoðararnir hjá The Black Cats valdu Defoe sum ársins spælara tvey ár á rað, bæði í 2015 og 2016, men tað var serliga sambandið millum Jermain Defoe og unga Sunderland áskoðaran Bradley Lowery, sum nam øll fótbóltshjørtu hjá teimum, ið fylgja við í Premier League.

Bradley Lowery fekk staðfest krabbamein, tá hann var 18 mánaðar gamal. Men hesin lívsglaði drongurin elskaði sítt felag, og hevði Jermain Defoe sum sín yndisleikara. Teir báðir gjørdust góðir vinmenn, og ofta sást Bradley standa við liðina á Jermain Defoe, tá liðini gingu inn á vøllin.  

Bradley andaðist í juli í 2017, men familja hansara og Jermain Defoe hava hildið sambandið við líka síðan tá. Mamma hansara, Gemma, legði hesi Twitter-boðini út, tá tað gjørdist greitt, at Jermain Defoe hevði skrivað undir við Sunderland.

Eftir at Sunderland flutti niður í 2017, varð Defoe leysgivin av felagnum og fór til Bournemouth. Í 2019 var hann útleigaður til Glasgow Rangers, sum hann skrivaði undir við árið eftir. Í fjør gjørdist hann skotskur meistari við Rangers, men eftir at Giovanni van Bronckhorst tók yvir Steven Gerrard sum venjari í felagnum, gjørdist tað greitt fyri Defoe, at hann mátti finna sær eitt nýtt felag. Og lagnan vildi tað soleiðis, at tað bleiv til eitt kensluborið skifti aftur til Sunderland.

– Eg kann ikki lata vera við at smílast, tí hetta er eitt serligt skifti fyri meg upp á so nógvar mátar. Tá eg fór úr felagnum (í 2017, red.), segði eg, at eg var ikki til reiðar at fara. Eg havi eitt serligt samband við viðhaldsfólkini her, og felagið liggur væl fyri at flyta upp, sigur Jermain Defoe við heimasíðuna hjá felagnum.

Sunderland liggur í løtuni nummar trý í League One – triðbestu deildini í Onglandi.

Bert átta leikarar hava skorað meira mál í Premier League enn 39 ára gamli Jermain Defoe, ið hevur skorað 300 mál á sínari yrkisleið sum fótbóltsleikari.

Nú fer Jermain Defoe í holt við sín síðsta dans sum fótbóltsleikari við Sunderland, sum valdi at kunngera hann soleiðis: