Vaktarskifti í Kuba

Miguel Diaz-Canel hevur tikið við valdinum í Kuba, eftir at Raul Castro hevur lagt frá sær. Fyri fyrstu ferð í 62 ár eitur stjórnarleiðarin í Kuba ikki "Castro" til eftirnavn

Steinar Patursson
20. apríl 2021 kl. 10:32

Fyri fyrstu ferð í fleiri enn 60 hevur Kuba ein stjórnarleiðara, ið ikki eitur Castro til eftirnavn.

Tað er greitt, eftir at forsetin í Kuba, Miguel Diaz-Canel í nátt um okkara tíð varð valdur til formann fyri kubanska kommunistflokkin og situr sostatt á evsta valdssessi í Kuba.

Fyri nøkrum døgum síðani boðaði Raul Castro frá, at hann legði frá sær sum formaður fyri kubanska kommunistaflokkin, og fleiri útlendskir miðlar, teirra millum CNN, boða í dag frá, at sum væntað er Diaz-Canel nú valdur í sessin ístaðin.

Raul Castro sat við valdinum í Kuba í 10 ár – frá 2011 til 2021.

Raul Castro tók við eftir beiggjanum, Fidel Castro, ið hevði stjórnað Kuba frá kvettinum í 1959 fram til 2011.

Hóast Castro familjan ikki hevur valdið í Kuba meira, vænta eygleiðarar ikki, at stórvegis broytingar fara at henda í Kuba í nærmastu framtíð. Ivaleyst noyðist Diaz-Canel at fremja nakrar liberaliseringar í kubanska búskapinum, ið er í størstu afturgongd síðan fyrst í 90’unum, men Diaz-Canel verður roknaður at vera eins konservativur og Raul Castro, og roknað verður við, at hann fer at tryggja eldri ættarliðinum í kubanska valdshierarkiinum týdningarmiklar politiskar sessir.

Miguel Diaz-Canel varð føddur í Placetas í 1960 og varð útbúgvin elektroverkfrøðingur, áðrenn hann fór í kubanska herin í trý ár. Áðrenn Diaz-Canel fór upp í politikk, undirvísti hann í verkfrøði í nøkur ár.

Diaz-Canel hevur havt fleiri politiskar sessir, teirra millum ministari fyri hægri útbúgving. Diaz-Canel varð valdur til forseta í Kuba í 2019, og tann sessin hevur hann framvegis, hóast hann nú eisini er formaður fyri kommunistaflokkin.