Vaksandi tal av hatursbólkum í USA

Í USA er talið av hatursbólkum mótvegis muslimum skjótt vaksandi

Guðrun í Jákupsstovu
24. oktober 2017 kl. 12:53

Síðan ár 2000, men serliga síðan 2015, er talið av sokallaðum hatursbólkum vaksið sera nógv í USA. Sambært felagsskapinum, Southern Poverty Law Center er talið frá 2015 er farið frá umleið 34 bólkum av hatursbólkum og ekstremistum til umleið 100. Tað vil siga at talið er trífaldað. Hetta upplýsir DR.

Sambært Jørn Brøndal, lektara við Syddansk Univeristet og Amerikanskari frøði, er orsøkin til hesar hatursbólkarnar ein ótti fyri, at islam tekur yvir í USA og at siðbundin amerikansk virðir og demokratiskir stovnar eru undir hóttan.

Tann størsti av hesum hatursbólkunum er ein, ið eitur ACT for America. Hatursbólkarnir hava ofta røtur í kristnum, evangeliskum og konservativum bakgrundum, og tær flestu eru at finna í suður-eystur partinum av USA. So sum statunum Tennessee, Georgia og Florida.

Jørn Brøndal og Niels Bjerre Poulsen, lektari í amerikanskum samfelagsviðurskiftum við Syddansk Universitet, siga báðir, at orsøkinar til vaksandi talið av hatursbólkum síðan ár 2000 eru tvær. Onnur er, at síðan internetið veruliga bleiv breitt út gjørdist tað lættari hjá høgraekstremistiskum sjónarmiðum at fáa eina rødd. Hin er at amerikanski forsetin, Donald Trump, seinasta árið hevur verið ein valdmikil rødd á amerikanska pallinum, ið hevur, á mangan hátt blást upp undir meiri ræðslu og ótta fyri muslimum og islam. Her verður millum annað sipað til at Trump innførdi eitt innferðarbann fyri muslimar úr fleiri úr londum.