Vaksandi barnatalið ger at hølir fara at mangla

Kommunuval 2024: Hans Jóhann Sørensen, borgarstjóri í Kvívíkar kommunu, svarar fýra skjótum

Fríðmundur Nattestad
31. mai 2024 kl. 22:00

Í samband við kommunuvalið, sum verður í november, hevur Dimmalætting sett øllum borgarstjórum í landinum nakrar spurningar.

Her svarar Hans Jóhann Sørensen, borgarstjóri í Kvívíkar kommunu:


Hvat avrik í hesum valskeiðnum er tú fegnast um?

- At útstykkingarnar í Leynum og Kvívík eru lidnar, at skúlin, svimjihylurin og kommunuskrivstovan eru knýtt í vatnturbinuna, og at arbeitt verður við kloakkini í Kvívík.


Hvat mál, sum ikki eydnaðist at loysa í hesum valskeiðnum, iðrar tú teg mest um?

- At tað ikki er komið á mál við einum vinnuøki, og at tað ikki er eydnast at gera betri karmar fyri frítíðarvirksemi hjá ungu borgarunum.


Hvat er størsta málið, sum er fyri framman, í komandi valskeiði?

- At fáa bygt okkurt á planeraða økið, har undanfarna bygdaráð ætlaði at byggja demensheim.

- Eldri parturin av skúlanum í Kvívík stendur fyri eini dagføring og vaksandi barnatalið ger at hølir fara at mangla.

- Eisini skulu útstykkingar gerast.


Stillar tú upp aftur á komandi kommunuvali?

- Ja.