Vágs kommuna: Vilja hava grønan profil

Um royndarskipanin við skiljing av matleivdum heldur fram sum nú, so fara øll húski í Vágs kommunu at verða umfatað sigur borgarstjórin.

Katrin Johannessen
14. juli 2020 kl. 14:56

Í mai í ár setti Vágs kommuna gongd í royndarskipan við at skilja matleivdir frá vanliga húsarhaldsruskinum. 

-Tað gongur væl. Tey 35 húsini, sum eru við í royndarskipanini, hava skilt væl sundur. Higartil er grái rusksekkurin lætnaður uml. 3 kilo hjá flestu luttakandi húsarhaldunum í skipanini frá 15 kg og niður í 12 kg.

-Tað vil siga, at um øll húski fara at skilja matleivdir frá húsarhaldsruskinum, so fer ruskið frá Vágs kommunu, sum skal brennast, at minka nógv, sigur Dennis Holm, Borgarstjóri í Vágs kommunu.

Matleivdirnar verða blandaðar við tøð og træspónir í fiskakassum og tá komposteringin er í gongd kemur hiti í blandingina. Hitastigini skulu helst røkka 70 gradum eftir nøkrum mánaðum og longu nú eftir 7 vikur vísa mátingar í Vági 60 hitastig. Tað vil siga, at higartil gongur eftir ætlan.

-Vit samstarva við Heilsufrøðiligu starvstovu og higartil sær gott út. Um tað heldur fram við at ganga eftir ætlan so verður skipanin víðka at umfata øll húski í kommununi. Vit eru klár í kommununi.

Hendan verkætlanin er partur av einari raðfesting av at gerast ein meiri umhvørvisvinarlig kommuna. 

-Høvuðsorsøkin, at vit eru farin í gongd við hesa verkætlanin er, at vit vilja styrkja um grøna profilin hjá Vágs kommunu. Vit vilja vísa, at vit eru eitt modernað stað og tí er umráðandi at leggja dent á at vera umhvørvisvinarlig, sigur Dennis Holm.