Vágs býráð er fullkomiliga farið í baklás, og nú verður tað ikki fyribils, at Vágs býráð verður kallað saman aftur í eini roynd at skipa býráðið og at velja borgarstjóra.
Tað sigur Arni D. Brattaberg, sum er fyrst valdi býráðslimurin, so tað er hann, sum skal kalla býráðið saman til tann fyrsta fundin at velja borgrstjóra.
Annars hevur hann kallað býráðið saman at velja borgarstjóra - enntá tvær ferðir, men báðu ferðirnar er tað miseydnað, tí býráðið hevur ikki verið fullamannað.
Tað er ruðuleikin, sum hevur tikið seg upp í Javnaðarflokkinum í Vági, sum hevur elvt til hesa merkisverdu støðuna.
Eftir býráðsvalið vórðu Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin í Vágs Býráð samdir um at skipa samgongu við Levi Mørk sum borgarstjóra.
Men beint sum ætlanin var at skriva undir semjuna, vildi Bjarni Johansen brádliga ikki skriva undir. Ístaðin kastaði hann saman við Tjóðveldi um at skipa samgongu, og keldur vildu vera við, at tað skuldi vera við honum sum borgarstjóra.
Hini báðir býráðslimirnir fyri Javnaðarflokkin, Levi Mørk og Rakul Nolsøe í Lágabø sótu so eftir í andstøðu.
Tí møttu hvørki Levi Mørk, ella Rakul Nolsøe í Lágabø á býráðsfundunum, har borgarstjóri skuldi veljast, og varafólkini møttu heldur ikki.
Á tí fyrra fundinum, sum var seinasta hósdag, møttu tey bæði umboðini fyri Sambandsflokkin heldur ikki, men tey møttu so á tí seinna fundinum, sum var í gjár.
Men eftir lógini skal býráðið verða fullmannað, tá ið tað verður skipað, so tá ið tveir býráðslimir fyri Javnaðarflokkin, manglaðu í gjár, máttu øll enn eina ferð heim aftur ongul í reyv.
Og Arni D. Brattaberg sigur, at nú tvær royndir at skipa býráðið hava verið til fánýtis, verður tað ikki enn, at býráðið verður kallað saman aftur.
Í næstu viku fara kommunupolitikarar til Íslands á skeið, ella ráðstevnu um barnavernd og viðurskifti hjá børnum, so Vágs býráð verður í hvussu so er ikki kallað saman aftur fyrr enn tey eru afturkomin.
Hann dugir ikki at síggja endamálið í at kalla býráðið saman aftur beint nú tá ið støðan er so fløkjaslig, sum hon er
– Nú taka vit ein steðg og geva fólki stundir at umhugsa støðuna, og kanska fær onkur tosa seg til sættis, sigur Arni Brattaberg.
Málið hevur heldur ikki skund, tí tað er bara áðrenn 1. januar, at nýtt býráð skal skipast.
Annars sigur hann, at Tjóðveldi og Bjarni Johansen hava eina avtalu um at skipa samgongu og tann avtalan stendur við. Men hann vil ikki vátta, at tað skal vera við Bjarna Johansen sum borgarstjóra.
Arni D. Brattaberg váttar eisini, at tað var Bjarni Johansen, sum vendi sær til Tjóðveldi, tað var ikki øvugt.
– Tá ið slíkt hendur, ræður um at arbeiða skjótt og tað var tað vit royndu, tá ið vit kallaðu býráðið saman at velja borgarstjóra, sigur Arni D. Brattaberg.
Men tað vísti seg, at støðan fór heilt í baklás, tí býráðslimir møttu ikki, so har hendi einki - og nú verður ikki meiri gjørt fyribils.
Hann sigur, at sum størsti flokkur í Vágs Býráði, vóru tey í Tjóðveldi vónbrotin, tá ið tað frættist at Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin ætlaði at skipa samgongu og at seta Tjóðveldi uttan fyri.
Men hann sigur, at tey fingu frænir av, at alt var ikki so ljósareytt í ætlaðu samgonguni ímillum Javnaðarflokkin og Sambandsflokkin og tí setti Tjóðveldi seg í samband við Sambandsflokkin við fyrispurningi um at skipa samgongu.
Men Sambandsflokkurin beit ikki á og so kom sambandið ímillum Tjóðveldi og Bjarna Johansen í lag og tann avtalan stendur við, sigur Arni D. Brattaberg.