Í morgin vera tað 21 ár síðani, at Vágatunnilin varð opin fyri almennari ferðslu. Tað var týsdagin 10. desember 2002, at tunnilin var tikin í nýtslu. Hol varð sett á arbeiðið streymoyarmegin tann 28. september 2000, og vágamegin varð fyrsta skotið latið av tann 27. februar 2001.
Í sambandi við, at tað eru 21 ár síðani, at fyrsti undirsjóvartunnilin læt upp, er tað tunnilsdagur. Tað vil siga, at tað er ókeypis at koyra í Vágatunlinum og Norðoyatunlinum.
Norðoyatunnilin var opin fyri almennari ferðslu 29. apríl í 2006.
Fyrsta skotið varð latið av leirvíksmegin seinnapartin tann 18. desember í 2003. Í Borðoy varð farið at bora tann 19. apríl 2004.
Í dag er ókeypis at koyra í Vágatunlinum og Norðoyatunlinum.
Tað er ikki ókeypis at koyra í Eysturoyartunlinum. Har var fyrsta skotið latið av 21. Februar í 2017, og fyri trimum árum síðani – leygardagin 19. desember í 2020 – var koyrandi millum Skálafjørðin og høvuðsstaðin.
Hósdagin 21. desember verður alment at koyra undir Skopunarfirði.
Í Traðardali á Sandoynni var fyrsta skotið latið av hósdagin 21. juni í 2018.
Vágatunnilin er 4,9 km langur.
Norðoyatunnilin er 6,2 km langur.
Eysturoyartunnilin er 11,24 km langur.
Sandoyartunnilin er 10,8 km langur.