Flestu ferðandi, sum koma til Føroya, byrja ferðina í Vágum. Men alt ov fá geva sær stundir at vera verandi her. Tað er synd, tí Vágar er ikki bara byrjanin – men eitt stað, har tú lættliga kanst brúka fleiri dagar. Vágar hava nógv at bjóða – bæði tað, sum tú longu hevur sæð á myndum og tað, sum tú einans kanst uppliva, um tú veruliga gevur tær stundir. Vágar eru heimstaður hjá fleiri av mest eyðkendu náttúruperlunum í Føroyum. Tú hevur helst sæð myndir av Trøllkonufingri, Trælanípu, Bøsdalafossi, Múlafossi, Drangunum, Tindhólmi og lundunum í Mykinesi, men hevur tú veruliga upplivað hesi støð?
Brúka fleiri dagar dagar í Vágum
Tá tú kemur vestur, er nógv at uppliva, og tí kanst tú sum ferðandi, bæði sum føroyingur og útlendingur, brúka fleiri dagar her.
Tú kanst byrja ferðina við einum gongutúri út til Trøllkonufingur og á leiðini hoyra søgur frá staðkendum ferðaleiðara, sum kennir hvørt gil og hvørja søgn. Ávegis heim aftur kanst tú steðga á hugnaliga og søguliga Fiskastykkinum og fáa tær ein góðan miðmála ella ein kaffimunn. Sandavágs kirkja er eisini altíð eina vitjan verd – hon stendur mitt í bygdini, og haðani kanst tú spáka tær ein túr fram við ánni og njóta vakra og friðarliga bygdalagið. Fosshylur er eisini eitt serligt stað at vitja, har bæði børn og vaksin kunnu njóta náttúruna og kalda vatnið í ánni.
Tá tú koyrir ella gongur ígjøgnum Sandavág, finnur tú eisini smærri fyritøkur, sum selja ymiskt heimagjørt: Eitt lítið skáp við heimagjørdum vørum, vøkur keramikkverk og endurnýtslulutir. Tá tú hevur sæð og upplivað Sandavág, kanst tú læra Miðvág betur at kenna. Í Miðvági er Kálvalíð eitt áhugavert savn at vitja. Kálvalíð er elsta prestaeinkjusætið í Føroyum. Viðarlundin í Miðvági er eisini serliga hugnalig og friðarlig – her sært tú beint yvir á vøkru kirkjuna.
Á Gamla Hotel, sum stendur mitt í Miðvági, kanst tú antin yvirnátta, hava fundarvirksemi, bíleggja eina máltíð ella forvitnast, hvat sker í kjallaranum. Í Miðvági kanst tú eisini ganga túrin út á Trælanípu, har tú sært vatnið, sum tykist sveima yvir sjónum. Tað ber eisini til at halda fram út til Bøsdalafoss. Um tú ikki orkar at ganga túrin, kanst tú fara við Lakeside út móti fossinum, har tú kanst njóta ein miðmála umborð og síggja vøkru náttúruna.
Bæði í Miðvági og Sandavági er eisini møguleiki at vitja hugnalig heimablídni, har tú veruliga kanst uppliva gestablídni og fáa eina góða máltíð. Á veg úr Miðvági og longur vestur, kann tú fyrst steðga á í Vatnsoyrum, har Pól Skarðenni, sum er staðkendur listamaður, bjóðar vitjandi at mála Vágar saman við sær.
Nýggi similatorbygningurin hjá Atlantic Airways er eisini tikin í nýtslu, og á takinum á bygninginum kanst tú sita og njóta útsýnið yvir vatnið, Vága Floghavn, Sørvágsfjørð og Mykines. Hinumegin vegin liggur Hotel Vágar, har tú kanst fáa tær ein góðan bita, og ynskir tú at vera verandi í fleiri dagar, kanst tú yvirnátta á hesum hugnaliga gistingarhúsinum.
Í Sørvági kanst tú byrja dagin við einum góðum morgunmati í Pollastovu, áðrenn tú fert ein túr í hagan. Nógvir vakrir túrar eru í Sørvági – teir mest umtóktu eru túranir til Dunnesdrangar ella út í Sund, har tú kemur heilt tætt at Drangunum og Tindhólmi.
Úr Sørvági kanst tú eisini sigla til Mykinesar – antin sum dagstúr ella við yvirnátting. Tað er altíð eina serlig uppliving. Um tú yvirnáttar í Mykinesi, kanst tú spáka tær niðan á Egg, har tú sært sólina seta í opið hav. Í Bø ber til at yvirnátta í smáttum og fáa sær eina máltíð í antin Pakkhúsinum, Fjósinum ella Hjallinum. Bøur er altíð eitt serligt stað at steðga – at njóta friðin, gestablídni og vakra útsýnið.
gestablídni og vakra útsýnið. Haðani er Gásadalur ikki langt burtur. Í Gásadali kanst tú yvirnátta í Múlafossur Cottages, spáka oman til stórsligna Múlafoss, sum trýnir beint niður í Atlantshavið. Eftir at tú hevur notið fossin og náttúruna, ber til at fáa sær kaffi ella miðmála á Gásadalsgarði og vitja lítla handilin Uanni, sum selur heimavirkaðar vørur. Fyri barnafamiljur eru eisini fleiri spælipláss í Vágum. Skúlin á Giljanesi hevur eitt stórt pláss, sum er serliga væl egnað til størri børn. Á Zarepta í Vatnsoyrum er eisini stuttligt hjá børnum og barnsligum sálum. Í Sørvági er nýtt spælipláss í skúlagarðinum, og á Stakka er altíð hugnaligt hjá barnafamiljum at vitja.
Brúka fleiri dagar í Vágum – og ger tað við virðing og umhugsni
Fleiri av støðunum í Vágum eru serliga nógv avmyndað. Taka við Gásadal við vakra Múlafossi sum dømi, er hetta næstan vorðið eitt slag av ímynd fyri allar Føroyar. Hetta er ein mynd, sum nógv í ferðavinnuni brúka til at selja síni tilboð. Tað dregur gestir, og tað er skiljandi. Men veruleikin er eisini tann, at tað eru hagaeigarar, gásadalsfólk og kommunan, sum standa við útreiðslunum av hesum vitjandi. Tey halda gøturnar viðlíka, vaska vesini og taka ímóti túsundtals vitjandi hvørt ár.
Vágar er meira enn bara eitt stað, har tú kanst taka eina vakra mynd. Oyggin er eitt stað við fólki, søgum, arbeiði og lívi. Hon krevur, at vit øll gerast betri til at geva aftur. Tí um tú vitjar eitt stað ókeypis – so spyr teg sjálvan: Hvat lati eg eftir mær? Um tú ikki kanst bøta stígar ella rudda upp – so stuðla teimum, sum gera tað.
Vit skulu øll gerast betur ferðandi. Hetta krevur einans, at tú hugsar um, at tú letur eitt stað betri, tá tú fert, enn tá tú komst. Soleiðis byggja vit eina ferðavinnu, sum vit øll kunnu vera errin av – bæði tey, sum búgva her og tey, sum vitja.
So kom í Vágar. Ver í tveir dagar. Ella fýra. Ella eina viku.
Kanska fert tú ikki bara at síggja meira – men eisini at skilja meira. Og tað er tað, sum ger ferðina veruliga stórsligna. Vælkomin til Vágar – ikki bara sum ferðandi, men eisini sum medmenniskja.