Einki er liðugt fyrr enn alt er liðugt. Tað segði ein fyrrverandi løgmaður, og tað varð enn einaferð staðfest, tá ið B36 í kvøld var gestur hjá 07 Vestur.
Úrslitið var 2-2. B36 var frammanfyri 2-0 í fyrra hálvleiki, og soleiðis var støðan, inntil tað restaðu fimm minuttir. Tá minkaði innskifti Julian Mouritsen um munin eftir fínt einmansavrik, og tá ið klokkan vísti 96+, var tað Eiler Fróðason, sum javnaði. Hann var miðverji, og tá ið nýggi 07 Vestur venjarin Lars Arne Nilsen spenti álopsbogan, varð miðverjin settur at vera fremsti maður, og tað eydnaðist at javna.
-Vit vóru lítið sannførandi í fyrra hálvleiki. Teir skoraðu tvey mál, og so sá tað ikki gott út. Eftir steðgin vístu vit væl betri hugburð, spentu álopsbogan, og so skoraðu vit tey bæði málini, sum vóru neyðug fyri at vinna stig. At tað eydnaðist at javna hevur heilt stóran týdning. Hóast vit hava mist lyklaspælarar og aðrir eru skaddir og hálvskaddir, so rokna vit við møguleikanum at vinna fjórða plássið, og úrslitið í kvøld kann fara at vísa seg at vera avgerandi í tí kappingini, sigur 07 Vestur liðformaðurin og miðverjin Daniel Obbekjær.
B36 venjarin Dan Brimsvík harmast um, at tað ikki eydnaðist at halda tørn um góðu leiðsluna, sum B36 lið í nógv broyttari útgávu vann í fyrra hálvleiki. Sammett við Europa dystin í Wales hóskvøldið, vóru sjey broytingar á B36 liðnum.
Tveir av teimum, sum ikki so ofta hava verið millum teir fyrstu ellivu, eru Valerijs Sabala og Benjamin Heinesen. Sabala var fremsti maður, og Benjamin Heinesen var á miðvøllinum. Tað vóru teir báðir, sum løgdu B36 á odda 1-0 og 2-0. Í fyrra umfarinum var tað Símun Sólheim, sum átti innleggið úr høgru, og í seinna førinum var talan um skot úr høgru og umvegis stólpan og í málið, og so bendi alt á, at spurningurin bara var, hvussu stórur B36 sigurin fór at verða.
Sum seinni hálvleikur leið, misti B36, og heimaliðið pressaði fyri at fáa mál. B36 venjarin Dan Brimsvík heldur ikki, at tað hevði nakað við dystin í Wales síðsta hóskvøld at gera, at B36 síðstu løtuna misti, og 07 Vestur javnaði.
-Vit vóru fysiskt eins væl fyri og teir. Um spælararnir í seinna hálvleiki misti fokus og fóru at hugsa meiri um dystin, sum verður hóskvøldið, er torført at siga. Vit høvdu eisini í seinna hálvleiki bóltin nógv, men tá spældu vit ov lítið beinleiðis. Heldur enn at spæla fyri at skapa málmøguleikar, so vóru vit nøgdir við bara at hava bóltin, og tað kostaði, staðfesti B36 venjarin.
07 Vestur – B36 2-2 (0-2)
0-1: Valerijs Sabala 9.
0-2: Benjamin Heinesen 29.
1-2: Julian Mouritsen 85.
2-2: Eiler Fróðason 96.+
Dómari: Rúni Gaardbo
07 Vestur: Ari í Haraldstovu Petersen – Mathias Voss, Daniel Obbekjær, Eiler Fróðason, Ási Dam – Janus Svabo Samuelsen (Høgni Egilstoft Nielsen, 46.), Jóannes á Steig (Oddur í Haraldstovu Petersen, 67.), Albert Theis Nielsen (Jón í Horni Nielsen, 46.) – Jasper Van Der Heyden, Uros Stojanov, Jóhann Hansson Joensen (Julian Mouritsen, 67.)
Gult kort: Jón í Horni Nielsen, Høgni Egilstoft Nielsen
Venjari: Lars Arne Nilsen
B36: Mattias H. Lamhauge – Símun Sólheim, Andrias H. Eriksen, Sonni Ragnar Nattestad (Isak Jönsson, 56.), Magnus Egilsson (Erlendur Magnusson, 70.) – Benjamin Heinesen (Michal Przybylski, 70.), Mattias Hellisdal, Emil Weihe Joensen – Aron Knudsen (Hannes Agnarsson, 77.), Valerijs Sabala, Bjarki C. Nielsen
Gult kort: eingin
Venjari: Dan Brimsvík