Vágamenn góða byrjan

Í gjár var sjøtil settur á landskappingina í talvi fyri feløg. Tíggju umfør eru í alt. Fimm fyri jól, og hini fimm eftir nýggjár. Landskappingin endar síðst í mars, tá føroyameistarin 2022 verður kosin

Sigurjón Einarsson
4. oktober 2021 kl. 10:50

Sandavágs Talvfelag, sum vann FM í ár, tók við, har ið slept var fyrr í ár.  Uppflytaranir úr Vestmanna Talvfelag vóru máttleysir móti vágamonnum. Úrslitið var 3½-½. Brøðurnir Rógvi og Høgni Egilstoft Nielsen vunnu á fremstu borðunum, sama gjørdi Silas Eyðsteinsson á triðja borði, men á fjórða borði eydnaðist Hanusi Inga Hansen at fáa talvið móti Torkil Nielsen javnt. Hinir á vestmannaliðnum vóru Jákup á Rógvu Andreasen, Samson Højgaard og Alfred Olsen.

Sandavágsmenn manna seg eins og í fjør við Rógva Egilstoft á 1. borði og Høgna Egilstoft Nielsen á 2. borði, tó at Høgni hevur hægri styrkital, og er føroyameistari fyri einstaklingar. Orsøkin man vera taktisk. Kappingarneytarnir Havnin og Klaksvík hava stórmeistara á 1. borði, og við Høgna á 2. borði, munnu sandavágsmenn halda, at liðið styrknar við hesari uppstilling. Men hjá Høgna sjálvum, ið jagstrar heitinum sum altjóða meistari, átti tað at verið størri og meira mennandi avbjóðing at roynt seg móti teimum allarstinnastu.

Innanhýsis dystir

Tað eru í løtuni einans níggju virkin talvfeløg í Føroyum. Vit hava longu nevnt tey trý sterkastu - ST, HT og KTF. Hini feløgini hava ikki sama úrval. Fyri at liðini í bestu deildini ikki skulu vera ov ójøvn, er reglan tann, at felag kann hava upp í tvey lið í deildini. Havnar Telvingarfelag og Klaksvíkar Talvfelag hava tí tvey lið hvør í 1. deild.

Og í fyrsta umfari áttu hesi feløgini dystirnar sínamillum í dag. A-liðið hjá havnarmonnum hevur vanliga sítt stríð at basa felagsins øðrum liði, og soleiðis var aftur í dag. A-liðið vann við bit og slit 2½-1½. 

Havnarmenn høvdu allar sínar bestu tøkar á A-liðnum í dag. Helgi Dam Ziska, Martin Poulsen, Olaf Berg og Carl Eli Samuelsen. Helgi vann á lærlinginum, Luitjen Akselsson Apol, Martin vann á Rógva Mortensen, men á triðja borði mátti Olaf dvína fyri Hjalta Toftum Jógvansson, sum eftir steðg í nøkur ár aftur sást á liði hjá Havnar Telvingarfelag. Hjalti var sum yngri telvari, ið gáað var eftir, men lestrarár í útlondum hava skuggað fyri telvingini, men heimfluttur hevur hann lagt til brots aftur á teimum 64 puntunum. Sigurin á Olafi var sannførandi. Og á fjórða borði skakaðist javnvágin ikki í talvinum millum Carl Eli og Herluf Hansen.

Í Klaksvík endaði dysturin millum A og B 3-1 til A-liðið. Stórmeistarin Vladimir Hamitevici, Ólavur Simonsen, Rani Nolsøe og Terji Petersen mannaðu A-liðið hjá klaksvíkingum. A-telvararnir vunnu á fremstu trimum borðunum, men á fjórða borði vann Janus Skaale á Terja Petersen. Hinir hjá Klaksvík B vóru Finnbjørn Vang, Steintór Rasmussen og Ingolf Gaard. 

Úrslit í 1. umfari

Telvað verður í fýra vaksnamannadeildum - í dag telvaðu liðini í 1.-, 2.- og 3. deild. Úrslitini vóru hesi:

1. deild

Vestmanna - Sandavágur ½ - 3½

Havnin A - Havnin B 2½ - 1½

Klaksvík A - Klaksvík B 3 - 1

2. deild

Sandavágur - Havnin 2-2

Klaksvík - Rókur 3½ - ½

Kollafjørður A - Kollafjørður B 4 - 0

3. deild

Vestmanna - Runavík 3-1

Toftir - Sandavágur 2½ - 1½

Kollafjørður - Havnin 2 - 2

Nógvir telvarar

Sum nevnt eru feløgini í alt níggju, sum kappast í landskappingini í talvi. Vaksnamannadeildirnar eru fýra. Á styrkilistunum, sum feløgini hava latið inn, sæst, at tað eru í løtuni 323 virknir telvarar í teimum níggju feløgunum. Sandavágs Talvfelag hevur flestar virknar telvarar. 66 telvarar standa á styrkilistanum hjá felagnum í Sandavági. Í Havn eru 56 skrásettir telvarar, og í Klaksvík 42 virknir felagslimir.

Annað umfar verður komandi sunnudag. Tá verður telvað soleiðis í 1. deild: 

Sandavágur - Havnin B

Klaksvík B - Havnin A 

Vestmanna - Klaksvík A 

Meira kann lesast um liðkappingina á heimasíðu Talvsambandsins - faroechess.com.

Kelda: Suni Merkistein/Talvssamband Føroya