Vágamenn fara í Gundadal við stórum sjálvsáliti

Hóast avrikið hjá AB í seinna hálvleiki var gott, so megnaðu argjamenn ikki at vinna stig í Sørvági, og nú er neyðugt at vinna trý stig og betri málmun enn TB fyri at vinna seg uppum strikuna

Jóannes Hansen
30. september 2023 kl. 21:32

Tað gekk ikki hjá AB, sum í kvøld var í Sørvági. 07 Vestur var manningarliga merkt av, at vágamenn mikukvøldið fara í Gundadal at spæla seinnu hálvfinaluna í kappingini um løgmanssteypið.

Dánial Pauli Lervig og Magnus Holm Jacobsen vóru ikki á listanum, og tað var ikki fyrr enn í 90. minutti, at Uros Stojanov varð skiftur inn.

07 Vestur vann 2-1 eftir hálvleiksstøðuna 2-0.

Oddur í Haraldstovu Petersen, sum aftur í kvøld avloysti Uros Stojanov í fremsta álopsplássinum, var tvífaldur málskjútti hjá 07 Vestur. Hann legði heimaliðið á odda eftir 20 minuttir. Tað var eftir upplegg frá vongverjanum í høgru Mattias Voss.

Tíggju minuttir seinni var 2-0. Aftur var Oddur í Haraldstovu Petersen málskjútti. Hann hevur nú skorað seks mál, og avrikini hesar seinastu ferðirnar, tá ið Uros Stojanov hevur drigist við skaða, bera við sær, at Oddur pressar seg alt nærri plássi millum teir fyrstu ellivu, tá ið allir eru tøkir.

Ási Dam var ikki millum teir fyrstu ellivu hjá 07 Vestur. Hann hevur síðani í summar, tá ið hann flutti úr HB og vestur í Vágar, verið fastur maður á vongverjanum í vinstru:

-Tað er partur av leiguavtaluni millum HB og 07 Vestur, at eg ikki skal spæla ímóti HB, so eg verði ikki við mikukvøldið í seinnu hálvfinaluni í steypakappingini. Í kvøld var Jóhann Hansson Joensen vongverji í vinstru. Eg veit ikki, um tað verður hann ella onkur annar, sum fer at spæla í tí plássinum mikukvøldið, men sjálvandi harmist eg um, at tað ikki er møguleiki hjá mær at vera við í hálvfinaluni, og so er spurningurin, hvørjum eg fari at halda við mikukvøldið, sigur Ási Dam, sum er leigaður úr HB og til 07 Vestur. Hann varð skiftur inn beinanvegin eftir steðgin.

Eftir steðgin var AB í nógv betri útgávu enn í fyrra hálvleiki, og tá eydnaðist tað at minka um munin. Málskjútti var Brian Jakobsen eftir horna frá Marius Kryger Lindh. Hetta var áttanda málið hjá Brian Jakobsen í ár.

-Tað var spell, at vit ikki vístu sama avrik í fyrra hálvleiki, sum vit gjørdu eftir steðgin. Um vit gjørdu tað, so kundu vit vunnið stigini, sum vit hava brúk fyri. Vit sleppa ikki undan, at vit eru niðast á støðutalvuni, og at tað nú bara eru tríggir dystir eftir at bjarga okkum í. Men vit hava ikki mist mótið, og vit fara framvegis at arbeiða miðvíst í vón um, at tað fer at eydnast, sigur Morten Overgaard, annar av AB venjarunum, í samrøðu við Trygva Absalonsen frásøgumann í FM1.

Í trimum teimum seinastu umførunum fer AB at spæla ímóti KÍ á Argjum, B68 á Toftum og B36 á Argjum.

07 Vestur hevur vunnið 37 stig, sum er besta úrtøka nakrantíð hjá vágamonnum í fremstu deildini. Mikukvøldið er møguleiki hjá 07 Vestur fyri fyrstu ferð nakrantíð at vinna seg í steypafinaluna, og annan sunnudag verður mótstøðuliðið í landskappingini B36 í Gundadali.

07 Vestur – AB 2-1 (2-0)

1-0: Oddur í Haraldstovu Petersen

2-0: Oddur í Haraldstovu Petersen

2-1: Brian Jakobsen