Tað er øgiliga gott fótbóltslag á Dungasandi. Í kvøld hevur 07 Vestur við 4-2 heimasigri ímóti EB/Streymi vunnið seg upp á seks stig. Vágaliðið er harvið á fimta plássi, nú tað er sett punktum fyri triðja umfari.
EB/Streymur hevur eitt stig, og tað er ikki undarligt, at Sigfríður S. Clementsen og hansara menn eru vónbrotnir, nú teir hava tapt fyri aðru ferð í ár.
Í kvøld svaraði EB/Streymur dyggiliga aftur, eftir at Benjamin Braithwaite, áðrenn 20 minuttir vóru farnir, legði heimaliðið á odda. Í tíðini, sum dómarin legði aftrat fyrra hálvleiki, javnaði vongverjin í høgru Bergur Poulsen, og níggju minuttir eftir steðgin var Bergur Poulsen aftur upp á spæl, tá ið hann legði EB/Streym á sigurskós.
Fimm minuttir seinni javnaði vongverjin í høgru hjá 07 Vestur Kevin Egell Johnsen til 2-2. So reið um snarið. Báðir partar løgdu nógv fyri í royndini at vinna seg á odda. EB/Streymur var meiri í álopsstøðu, og gestirnir høvdu møguleikar.
Men fýra minuttir undan dystarloki var tað aftur vongverjin Kevin Egell Johnsen, sum í skjótálopi varð leysur í høgru og skoraði. So var 07 Vestur frammanfyri 3-2. Gestirnir spentu álopsbogan, og teir vunnu fríspark í góðari støðu. Men heldur enn at royna við skoti ímóti málinum, so royndi Boubacar Dabo at spæla ein av liðfeløgunum leysan. Tað totalkiksaði, og so var tað, at Emil Pedersen staðfesti 4-2 heimasigurin við skoti av egnari hálvu. Bólturin sigldi omanfyri uttarlaga stadda málverjan, og so var tað greitt, at øll stigini endaðu á Dungasandi.