Vágaliðið er á Europakós

Við 2-1 sigri á útivølli ímóti B68 vann 07 Vestur seg í kvøld fram á fjórða plássið

Jóannes Hansen
15. apríl 2024 kl. 20:49

Tað eru ikki meiri enn tveir mánaðir síðani, at tað kendist vera stór óvissa um, hvussu liðið hjá 07 Vestur fór at verða mannað.

Nýggi norski venjarin Steffen Landro segði, at tað var neyðugt við fleiri nýggjum útlendskum spælarum, og tá ið teir so pøapø løgdust aftrat varð ivast í, hvørjar førleikar teir áttu.

Í kvøld setti 07 Vestur punktum fyri fimta umfar. Tað var á Svangaskarði ímóti B8, og vágamenn eru á veg vestur aftur við 2-1 sigri í viðførinum. Sigurin ber við sær, at 07 Vestur hevur 10 stig og er á fjórða plássi.

Sunnudagin verður Skála gestur á Dungasandi. Tá verður 07 Vestur favorittur, og um tað fer at eydnast heimaliðnum at vinna tað, sum støðutalvan leggur upp til, at teir eiga at megna, so er møguleiki fyri, at 07 Vestur verður uppaftur hægri á stigatalvuni, tí í næsta umfari fer B36, ið er á triðja plássi, at spæla á útivølli ímóti toppliðnum Víkingi, sum hevur fulla úrtøku.

Vónbrotið í toftaleguni er stórt. B68 hevði í stórum pørtum av tíðini betri tak á fótbóltsspælinum, og B68 spældi seg til málmøguleikar uttan at tað eydnaðist at vinna úrtøku úr møguleikunum.

Felags eyðkenni fyri øll trý málini var, at talan var um risastórar gávur.

Tá ið sera eyðsýndi Sebastian Lau Nielsen eftir 20 minuttir legði B68 á odda, var tað eftir vánalig útspæl frá 07 Vestur málverjanum, sum ikki var staddur millum stólparnar. Sebastian Lau Nielsen takkaði fyri, og við skoti úr 25 metrum legði hann bóltin í tóma málið.

Ein minutt seinni var tað luturin hjá heimaliðnum at geva gávu. Bólturin varð sendur fram ímóti B68 brotsteiginum. Miðverjin Aron Reinert Hansen kiksaði, tá ið hann royndi at temja bóltin, og so var Emil Pedersen leysur. B68 málverjin var alt ov uttarlaga staddur, og tí var tað løtt søk hjá 07 Vestur álopsspælaranum at sneiða seg framvið málverjanum og trilla bóltin í tóma málið.

Eitt lítið korter eftir steðgin góvu toftamenn størstu gávuna, sum vísti seg at hava virði av trimum stigum og plássi, sum við kappingarlok ber pláss í Europa við sær. Talan tóktist vera um heilt vandaleysa roynd, tá ið Filip Brattbakk eftir sending frá Emil Pedersen og úr høgru sendi bóltin ímóti B68 málinum. Ferðin á bóltinum var lítil, men tá ið Tórður Thomsen í B68 málinum royndi at lofta bóltin, so fór hann millum hendurnar og vann akkurát inn um málstrikuna.

So var 2-1 til 07 Vestur. B68 royndi at leggja trýst á, og síðstu løtuna vóru tað fleiri vandamiklar støður í brotsteiginum hjá mótstøðuliðnum, men tað var ongantíð soleiðis, at tað av álvara var neyðugt hjá Sebastian John í 07 Vestur málinum at spíla seg út.

B68 – 07 Vestur 1-2 (1-1)

1-0: Sebastian Lau Nielsen 21.

1-1: Emil Pedersen 22.

1-2: Filip Brattbakk 58.

Dómari: Heini Ziskason Viðoy

B68: Tórður Thomsen – Aleksandur Ó. Jensen, Áki Johannesen, Aron Reinert Hansen, Bárður Ó. Jensen – Ragnar Samuelsen, Sebastian Lau Nielsen, Hanus Højgaard, Jóhann Hansson Joensen – Brian Jakobsen, Villam Emil Klein

07 Vestur: Sebastian John – Hans Erik Gunnarsson, Mads Christiansen, Eiler Fróðason – Kevin Egell-Johnsen, Janus Svabo Samuelsen, Frederik Holst, Filip Brattbakk, Jóannis á Steig – Benjamin S. Braithwaite, Emil Pedersen

Víkingur

5

5

0

0

16

3

15

HB

5

4

0

1

10

4

12

B36

5

3

1

1

11

4

10

07 Vestur

5

3

1

1

9

7

10

5

3

0

2

11

6

9

NSÍ

5

3

0

2

10

7

9

EB/Streymur

5

1

1

3

8

10

4

Skála

5

1

0

4

7

11

3

B68

5

0

1

4

2

9

1

ÍF

5

0

0

5

1

24

0

Fríggjadagin 19. apríl

HB – EB/Streymur: Rúni Olsen kl. 18.00

Leygardagur 20. apríl

KÍ – B68: Áki Leitisstein Hansen kl. 18.30

Sunnudagur 21. apríl

ÍF – NSÍ: Kári J. á Høvdanum kl. 17.00

Víkingur – B36: Jóhan Hendrik Ellefsen kl. 15.00

07 Vestur – Skála: Dagfinn Forná kl. 15.00