Kommunan skrivar á heimasíðu sínari, at man seinnu árini hevur gjørt eitt stórt arbeiði fyri at skráseta og leggja rottukassar út fyri at tryggja, at rotta ikki spjaðir seg. Hetta arbeiði er nú í vanda, um burturkastið ikki verður savnað inn skjótt.
Tað hevur týdning at ansa eftir, hvussu burturkastið verður handfarið, meðan verkfallið stendur á. Vága kommuna vil minna borgarar á, at tað er týdningarmikið at halda ruskposar afturlatnar og burtur frá, har fuglar og skaðadjór sleppa framat.
Vága kommuna hevur gjørt eina roynd at fáa undantaksloyvi frá Føroya arbeiðarafelag til at kommunan kundi taka ímóti gráa posanum inni á umhvørvisplássinum frá húskjum í kommununi, men hettar undantaksloyvið hevur Føroya arbeiðarafelag ikki vilja givið okkum, skrivar Vága Kommuna á heimasíðu sínari.