Vænta nógv minni príshækkingar hesi næstu árini

Nógvir prísir eru farnir til himmals, men nú vænta tey, at alt verður aftur sum vanligt

Áki Bertholdsen
7. november 2023 kl. 12:32

Hesi næstu árini fara prísirnir ikki at hækka líka nógv, sum teir eru hækkaðir í seinastuni - verri enn so.

Tað vænta tey í Fíggjarmálaráðnum.

Prísirnir eru annars farnir til himmals og okkurt árið hava príshækkingarnar verið yvir 10 prosent.

Men hesa seinastu tíðina eru renturnar hækkaðar fleiri ferðir fyri at fáa tamarhald á príshækkingunum og tað er við at eydnast.

Steffan Klein Poulsen, løgtingsmaður fyri Miðflokkin, hevur spurt landsstýriskvinnuna í fíggjarmálum, Ruth Vang, hvussu hon væntar at gongdin fer at vera.

Ruth Vang sigur, at í Fíggjarmálaráðnum vænta tey, at miðal fara prísirnir at hækka eini trý ella fýra prosent í ár, og so aftur trý prosent næsta ár. Í august í ár vóru prísirnir 3,7 prosent hægri í miðal enn teir vóru í august í fjør.

Annars sigur Ruth Vang, at tað er ógjørligt at meta um prísvøksturin tey næstu árini. Kortini er alt sum bendir á, at hesi næstu árini fer prísvøksturin at vera tvey - trý prosent í miðal um árið.

Hetta er eisini endamálið hjá miðbankunum uttanlands. Men prísirnir kunnu sveiggja, eitt nú prísirnir á olju og matvørum, hækka orsakað av kríggi, veðurlagsbroytingum, náttúruvanlukkum og øðrum.