Í dag verður roknskapurin hjá BankNordik fyri triðja ársfjórðing í ár, kunngjørdur og Bankin staðfestir, at tíðin hevur verið merkt av bæði innláns- og útlánsvøkstri.
Tað hevur kortini gingið væl hjá bankanum higartil í ár og tað vísir seg eisini, at sum heild hava bæði fyritøkur og húsarhald, staðið væl ímóti príshækkingunum, sum hava verið - men hjá nøkrum er tað kortini farið at sanda at
Síðani rentan á heysti í fjør fór frá at vera negativ til positiv, er innlánsrentan hækkað meiri enn trý prosent.
Hetta hevur samstundis eisini havt við sær, at innlánini eru hækkað. Hjá privatkundum eru innlánini hækkað 5,2 prosent og bara í 3. ársfjórðingi í ár eru innlánini hjá privatkundum hækkað tvey prosent.
Samstundis sum innlánsrentan er hækkað munandi hetta seinasta árið, er útlánsrentan eisini hækkað, og tað er sostatt vorðið dýrari at lána pening.
– Tað er tó einki, sum bendir á, at rentuhækkingirnar fara at halda fram, sigur bankin.
Harafturímóti væntar marknaðurin at tað verður friður og at núverandi renta fer at halda sær í eina tíð.
Roknskapurin í stuttum
Úrslitið fyri skatt var 271 mió. kr.
Rakstrarúrslitið fyri niðurskrivingar var 202 mió. kr.
Rakstrarúrslitið gjørdist 217 mió. kr.
Útlánini hjá bankanum eru 8,8 mia. kr.
Realkredittlánini hjá bankanum eru 2,6 mia. kr.
Innlánini hjá bankanum eru 8,6 mia. kr.
Leiðslan væntar, at nettoúrslitið í ár verður millum 260-290 mió. kr.