Vælveru øki skal gerast í Leirvík

Eysturkommuna hevur ætlanir um at gera eitt vælveru øki uttanfyri svimjihøllina í Leirvík

Mynd: Eysturkommuna
Fríðmundur Nattestad
1. mars 2024 kl. 15:00

Eysturkommuna fer í næstum undir ætlan, at gera eitt uttandura vælveru øki, við svimjihøllina í Leirvík.

- Sum nú er bjóða vit ókeypis svimjing til allar borgarar í kommununi, og hetta verður við til at betra um tað tilboðið, sigur Per Martin Gregersen, borgarstjóri í Eysturkommunu, í samrøðu við Dimmalætting.

- Økið fer at líkjast øðrum vælveru økjum rundanum okkum. Vit fara at hava tveir hitapottar, ein kaldan pott og sauna.

Vegleiðandi mynd

- Hetta verður ikki gjørt við fíggjarligum vinningi fyri eyga, men heldur fyri at skapa trivnað millum borgararnar í kommununi. Vit halda, at okkara borgarar hava uppiborið enn fleiri møguleikar, til at kobla úr, sigur Per Martin Gregersen.

Samlaða kostnaðarmetingin fyri verkætlanina er góðar tríggjar milliónir krónur. Næsta stigið í verkætlanini er at bjóða arbeiði út.