VÆLKOMIN Í SILVALAND

Tað væl umtókta Silvalandið verður aftur í ár í uppskrýddu ítróttarhøllunum við einum spennandi tónleikapalli har sangur, klovnarí og dansur millum annað fer at fylla skránna.

Summar Festivalurin
6. august 2024 kl. 16:44

Ein vakur og gandakendur djóraheimur við fittum føroyskum djórum og spennandi eksotiskum skriðdjórum verður eisini. Umframt ballóngarður, hoppiborgir, boingbóltar, teknistova, pinkuland, barnabarr og góður matur.

Eisini ber til at heilsa uppá innbjóðandi víkingar, brølandi dinosaurin og allar fittasta Silva hvønn dag.

Silvalandið byrjar hósdagin 8. august klokkan 15 við stórari skrúðgongu og gøtukarnevali, har farið verður úr Klaksvíksgarðinum við pyntaðum, larmandi og syngjandi børnum og kreativum festivalgestum. Børn og barnsligar sálir, tú og eg, ja øll sum vilja seta sín festliga dám á ta stóru skrúðgonguna, eru sjálvandi vælkomin!

Silvaland hevur opið hósdagin, fríggjadagin og leygardagin frá kl. 15 til 19.

Í Silvalandi verður nógv gjørt burtur úr, ja heilt frá teimum allarminstu til tey allarstørstu.

Vælkomin í Silvaland!