Vælkomin á Ólavsøkuframsýningina 2024, (SPRUTT)

Í dagsins samfelagi hava vit lyndi til at seta tað trupla í klombur. Tað, ið er ringt at skilja, stoytir okkum ella rætt og slætt er ov ræðuligt at bera. Tá ið vit lata trupulleikar í klombur, gerst tað lættari at hyggja burtur, men er tað veruliga lættari í longdini? Framsýningin viðgerð klombrini.

Ólavsøkuframsýningin
24. juli 2024 kl. 12:20

Ólavsøkuaftan 28. juli kl. 15 letur ársins Ólavsøkuframsýning upp á Listasavni Føroya. Hilmar Høgenni, formaður í Listafelagi Føroya, bjóðar vælkomin, og Alda Mohr Eyðunardóttir, kurator, sigur nøkur orð. Aftan á setanina er performancelist við GUT// productions & Leikhús SKIFT, Guðrið Poulsen & Rannvá Holm Mortensen og Vár B. Árting við RIVA. Øll eru hjartaliga vælkomin!

Í fleiri áratíggju hevur Ólavsøkuframsýningin verið ein tryggur karmur kring føroyskt mentanarlív, eins og hon hevur havt avgerandi týdning fyri føroysku listasøguna sum eitt byrjanar- og savningarstað hjá føroyskum myndlistafólki. Seinastu mongu árini hevur Listaskálin verið karmur um Ólavsøkuframsýningina, men nú skálin skal umvælast, er ársins framsýning flutt inn í teir fimm klivarnar og Vetrarstovuna í førstu framsýningini á Listsavni Føroya. Rúmini deila framsýningina upp í seks partar, sum hvør í sínum lag húsa verkunum, ið tey 13 luttakandi listafólkini hava skapt til høvið.

Tey innbodnu listafólkini eru:

Anný Djurhuus Øssursdóttir, Bjørk Ellindsdóttir Frýdal, Dan Helgi Helgason í Gong, Femja Haack, GUT// productions & Leikhús SKIFT, Katla Lave Næs, Laila Mote, Rannvá Holm Mortensen & Guðrið Poulsen, Sigmund V. P. Zachariassen & Gwenael Akira Helmsdal Carré, Supervisjón, Tróndur Dalsgarð, Vár Samuelsen og Vár B. Árting við RIVA.

Um framsýningina:

Í dagsins samfelagi hava vit lyndi til at seta tað trupla í klombur. Tað, ið er ringt at skilja, stoytir okkum ella rætt og slætt er ov ræðuligt at bera. Tá ið vit lata trupulleikar í klombur, gerst tað lættari at hyggja burtur, men er tað veruliga lættari í longdini? Framsýningin viðgerð klombrini. Hvussu kunnu vit støðast í teimum ella við teimum? Og ber yvirhøvur til at sleppa burtur úr teimum? Hóast vit vita, at verða vit verandi í teimum, kann tað hava ræðuligar avleiðingar. Kunnu vit fara aftur til áðrenn ella fram til eftir, at vit vóru ílatin klombrini? Ella er tað í veruleikanum best at royna at sprutta úr ílatinum sum best ber til? Listaverkini á ársins framsýning eru skapt ígjøgnum samrøður, tí tað er við samrøðu, at vit kunnu kenna okkum minst einsamøll ella maktarleys, tá ið tað kemur til klombrini í okkara lívi. Við listini ber til at steðga á og geva sær far um tað, sum annars verður sett til viks, goymt burtur í klombrunum.

Góða ólavsøku!

28. og 29. juli er Listasavn Føroya opið kl. 11-20. Performance-framførslur eru millum kl. 15-16. Ólavsøkuframsýningin letur upp ólavsøkuaftan kl. 15.

Fríggjadag 2. august er kvøldaropið, og til ber at uppliva listafólkaprát og performance-framførslur. Tey, ið framføra hetta kvøldið eru Guðrið Poulsen & Rannvá Holm Mortensen, GUT// productions & Leikhús SKIFT, Supervisjón og Vár B. Árting við RIVA

Framsýningin er opin til og við týsdagin 20. august, og Listasavn Føroya er opið allar dagar frá kl. 11-17.