Myndir: HSF/Myndir: Andrei Antal
Væleydnaður málverjadagur
Á skránni vóru framløgur, undirvísing og teknisk og taktisk venjing
Hondbóltssamband Føroya
14. oktober 2024 kl. 22:50
Skeiðið var fyri málverjar í aldursbólkunum U12, U14 og U16 og luttóku heili 34 ungir málverjar
At vera málverji í hondbólti er serstakur og týdningamikil leiklutur á hondbóltvøllinum. Fyra at kasta ljós á leiklutin og stimbra ungu føroysku hondbóltsmálverjunum, skipaði HSF í dag fyri málverjadegi í Klaksvík.
Á skránni vóru framløgur, undirvísing og teknisk og taktisk venjing.
Skeiðið var fyri málverjar í aldursbólkunum U12, U14 og U16 og luttóku heili 34 ungir málverjar.
Fyri málverjadegnum stóðu Mladen Mjerimacka, HSF málverjamennari, David Henigman, U18 landsliðsmálverjavenjari og Nicholas Satchwell, føroyskur landsliðsmálverji.