Tann týski uttanríkisráðharrin, Annalena Baerbock, sigur nú opið, at tey sameindu hjá Ukraina – tað vil siga øll ES-lond, eisini Týskland, eru í kríggj við Russland.
Tað segði hon í Evroparáðnum fyrr í vikuni.
– Eg havi longu sagt tað teir seinastu dagarnar, at vit eru noydd til at gera meira fyri at verja Ukraina. Vit eru noydd til at gera meira – eisini, tá tað handlar um stríðsvognarnar, men tað týdningarmiklasta er, at vit gera hetta saman, tí vit eru í kríggi við Russland og ikki við hvønn annan, segði týski uttanríkisráðharrin í orðaskiftinum í Evroparáðnum, sum er í Strasbourg, týsdagin.
Harða útmelding frá týska uttanríkisráðharranum kom eftir, at ein bretskur limur í Evroparáðnum, Sir Christopher Chope, kritiseraði Týskland fyri ikki at vilja læta ukrainum teir nógv umtalaðu Leopard 2-stríðsvognarnar.
Áður hevur Annalena Baerbock meldað greitt út í fjør, at hon hevði í hyggju at halda sítt lyfti, ið hon hevur lovað yvirfyri Ukraina, at hon skal gera sítt til, at Ukraina verður vart.
– Eg ætli at halda mítt lyfti, óansæð hvat mínir týsku veljarar halda, hevur hon í fleiri umførum sagt. Seinast til ein tíðindafund í Lissabon í Portugal tann 4. januar í ár, sambært Reuters.