Uttanríkispolitiski álmanakkin 2018

Í Finnlandi verður forsetaval síðst í hesum mánaðinum, og seinni í ár verður ríkisdagsval í Svøríki

Jógvan Svabo Samuelsen
12. januar 2018 kl. 11:07

Anno domino 2018 verður, eins og 2017, eitt sera spennandi ár á uttanríkispolitiska vígvøllinum. Hópin av týðandi valum fara fram, bæði til lóggávuvald og til forseta, eins og hetta er árið, har bretska Brexit helst skal taka sítt endaliga skap. Vit fara í hesi grein at varpa ljós á nakrar av hesum hendingum


JANUAR


Forsetaval í Kekkia

Í dag og í morgin, t.e. fríggjadagin og leygardagin tann 12.-13. januar, verður forsetaval í Kekkia. Um eingin av forsetavalevnunum fær meiri enn 50% av atkvøðunum, so verður annað umfar av forsetavalinum tann 26.-27. januar. Sitandi forsetin er Milos Zeman. Hann hevur verið forseti síðani 8. mars 2013. Áðrenn hann gjørdist forseti var hann m.a. forsætisráðharri árini 1998-2002. Hansara størsti mótstøðumaður er Jirí Drahos. Sitandi forsetin Milos Zeman er limur í sosialdemokratiskaflokkinum SPO, sum hann sjálvur stovnaði í oktober 2009. Mótstøðumaður hansara, Jirí Drahos, er ikki limur í nøkrum flokki. Sambært veljarakanningum gjørdar seint í 2017, so stendur sitandi forsetin Milos Zeman til at verða afturvaldur.


Forsetaval í Finnlandi

Tann 28. januar verður forsetaval í Finnlandi. Um neyðugt, so verður annað umfar tann 11. februar. Sitandi forsetin Sauli Niinistö stillar upp aftur. Hann hevur verið forseti síðani 1. mars 2012. 69 ára gamli Sauli Niinistö hevur drúgvar royndir sum ráðharri, og hevur m.a. verið løgmálaráðharri og fíggjarmálaráðharri, og eisini varaforsætisráðharri. Sauli stillaði upprunaliga upp fyri tjóðskaparliga konservativa flokkin Kokoomus, men fer til komandi forsetaval at stilla upp uttanflokka. Sambært veljarakanningum stendur hann til at fáa millum 60%-80% av atkvøðunum. 


MARS


Tjóðartingsval í Italia

Tann 4. mars verður tjóðartingsval í Italia. Dagfestingin bleiv ásett, tá núverandi forsetin Sergio Mattarella upploysti tingið tann 28. desember 2017. Italienska lóggávuvaldið er býtt sundur í tvey kømur – Varamannatingið og Senatið – og val verður til bæði kømur. Til Varamannatingið skulu veljast 630 tinglimir, og til Senatið skulu veljast 315 senatorar. Bæði kømur hava eins heimildir, men útføra hesar sjálvstøðugt av hvørjumøðrum.

Tað verður serliga spennandi at síggja, júst hvønn leiklut fyrrverandi italski forsetin Silvio Berlusconi fer at fáa. 81 ára gamli Berlusconi er byrjaður at spøkja aftur í italskum politikki. Sjálvur hevur hann ikki loyvi til at stilla upp, tí hann misti sítt valbæri, eftir at hann var blivin dømdur fyri m.a. skattasvik. Hann hevur síðani kært hesa avgerð til Evropeiskan Mannarættindadómstólin, men enn hevur dómstólurin ikki tikið støðu til málið, og ger tað neyvan heldur áðrenn komandi tjóðartingsval. Berlusconi hevur sagt, at hann verður við í valinum, annaðhvørt sum politiskur áleypari ella sum politiskur venjari. Í løtuni sær alt út til, at hann verður við sum politiskur venjari.


Tjóðartingsval í Kuba

Tann 11. mars verður tjóðartingsval í Kuba. Veljast skulu 612 tinglimir til tingið, og hesir velja síðani forsetan. Sitandi forsetin Raúl Castro, sum er beiggi víðagitna Fidel Castro, hevur boðað frá, at hann tekur ikki við afturvali. Raúl Castro hevur verið forseti í Kuba síðani 24. februar 2008. Áðrenn hetta hevði beiggi hansara, løgfrøðingurin og uppreistrarmaðurin Fidel Castro, verið forseti síðani 2. desember 1976. Men Fidel Castro hevði tó verið forsætisráðharri, og ikki minst einaráðandi, í Kuba síðani 1959, tá hann basti Fulgencio Batista í tiltiknu kubansku kollveltingini. Tað verður spennandi at síggja, hvør verður tilnevndur sum næsti forsetin í Kuba.


Forsetaval í Russlandi

Sterki maðurin í Russlandi, forsetin Vladimir Putin, stendur fyri afturvali. Forsetavalið verður tann 18. mars. Um eingin av teimum, sum stillar upp, fær meiri enn 50% av atkvøðunum, verður annað umfar av forsetavalinum tann 8. apríl. Síðani Sovjettsamveldið smokkaði saman í 1991 hava verið tríggir forsetar. Fyrst var Boris Jeltsin árini 1991-1999. Síðani var Vladimir Putin árini 2000-2008. Eftir hetta gjørdist Dmitry Medvedev forseti, meðan Putin var forsætisráðharri. Hetta var árini 2008-2012. Síðani býttu Medvedev og Putin um sess, og Putin bleiv sostatt forseti aftur í 2012 og er tað framvegis.

Sambært russisku stjórnarskipanini, so verður hetta seinasta forsetavalið hjá Vladimir Putin á hesum sinni. Russiska stjórnarskipanin skrivar nevniliga, at ein persónur bert kann sita sum forseti í tvey samanhangandi valskeið. Men um persónurin er úti eitt valskeið, so kann hann stilla upp aftur til forseta, eisini hóast hann fyrr hevur sitið tvey samanhangandi valskeið. Tann, sum varð mettur, at vera størsta hóttanin móti Putin, Alexei Navalny, misti valbærið sítt í desember 2017. Forsetavalnevndin í Russlandi metti, at av tí at Alexei Navalny var blivin dømdur fyri mutur, so hevði hann samstundis eisini mist valbærið sítt til forsetavalið. Alexei kærdi hesa avgerð til Hægstarætt, men Hægstirættur avvísti kæruna. Øll vænta, at Vladimir Putin verður afturvaldur uttan trupulleikar.


Forsetaval í Egyptalandi

Millum 26.-28. mars verður forsetaval í Egyptalandi. Forsetavalið er í tveimum umførum, har tað fyrsta verður millum tann 26.-28. mars. Um neyðugt, so verður annað umfar millum 19.-21. apríl. Sitandi forseti Abdel Fattah el-Sisi hevur enn ikki alment úttalað, um hann stillar upp aftur. Men væntandi ger hann tað, og so verður hetta hansara næsta, og seinasta, val. Abdel Fattah el-Sisi er 63 ára gamal og hevur verið forseti síðani 8. juni 2014. Hann stillar upp uttanflokka.


APRÍL


Tjóðartingsval í Ungarn

Parlamentsval verður í Ungarn í apríl ella mai 2018. Í løtuni er tað 54 ára gamli løgfrøðingurin Viktor Orbán, sum er forsætisráðharri. Viktor Orbán gjørdist forsætisráðharri tann 29. mai 2010, men hann hevði longu áðrenn hetta eisini verið forsætisráðharri árini 1998-2002. Viktor Orbán hevur fingið nógvar átalur frá vesturheiminum, m.a. frá táverandi uttanríkisráðharranum í USA Hillary Clinton, frá týska Samveldiskanslaranum Angelu Merkel, og frá forsetum í ES-Kommissiónini bæði José Manuel Barosso og Jean-Claude Juncker. Hann er blivin ákærdur fyri at vera anti-demokratiskur, at avmarka fjølmiðlafrælsið í Ungarn, at føra vina- og kenningapolitikk, og at forða fyri lóggávu, sum kann tala honum ímóti. Hvussu er og ikki, so hevur flokkur hansara – Fidesz – heili 133 tinglimir av 199 møguligum tinglimum.


MAI


Umboðsmannatingval í Irak

12. mai verður val til Umboðsmannatingið í Irak. Í Umboðsmannatinginum sita 328 umboðsmannatinglimir, sum so síðani velja bæði forsetan og forsætisráðharran. Sitandi forseti er Fuad Masum, sum hevur verið forseti síðani 24. juli 2014. Forsætisráðharrin er Haider al-Abadi, og hevur verið tað síðani 8. september 2014. Tann 26. desember 2017 høvdu 204 flokkar boða frá, at teir stilla valevni upp til Umboðsmannatingið. Í løtuni er tað Lógarflokkurin, sum er størstur við 92 umboðsmannatinglimum.


JULI


Tjóðartingsval í Meksiko

Tann 1. juli verður tjóðartingsval í Meksiko. Veljast skal bæði ein nýggjur forseti, sum skal sita í seks ár, umframt 500 tinglimir til Varamannatingið og 128 senatorar til Senatið. Forsetin í løtuni er 51 ára gamli Enrique Peña Nieto. Hann hevur verið forseti síðani 1. desember 2012, men bleiv valdur tann 1. juli 2012. Sitandi forseti Enrique Peña Nieto hevur sambært meksikansku stjórnarskipanini ikki rætt at stilla upp aftur. Í løtuni hevur eingin flokkur alment boðað frá, hvønn tey fara at skjóta upp sum forsetavalevni.

Tað kann væntast, at mótstøðan til USA kemur at spæla ein stóran leiklut. Donald Trump, forseti í USA, hevði sum eitt av sínum størstu vallyftum, at múrur skuldi byggjast millum USA og Meksiko. Eisini vildi Trump avtaka, ella endursamráðast um, fríhandilsavtaluni millum USA, Kanada og Meksiko – NAFTA – sum hann metti tænti hinum pørtunum alt ov mikið, og USA alt ov lítið. Ikki at siga, at so eru meksikanarar als ikki samdir við Donald Trump um henda nýggja Meksiko-politikkin hjá USA.


SEPTEMBER


Ríkisdagsval í Svøríki

Tann 9. september verður val til Ríkisdagin í Svøríki. Í løtuni eru tað sosialdemokratarnir við Stefan Löfven á odda, sum hava valdið. Stefan Löfven er somuleiðis forsætisráðharri í Svøríki. Tað skulu veljast 349 tinglimir, og í løtuni hava sosialdemokratarnir 113 av hesum tinglimum, sum svarar til 31,0%, og eru størsti flokkur. Størsti mótstøðuflokkur eru teir Moderatu við Ulf Kristersson á odda, teir hava 84 tinglimir, sum svarar til 23,3%. Umframt Sosialdemokratarnir og teir Moderatu, so fara eyguni helst at venda sær ímóti Svøríkidemokratunum, sum eru ein populistiskur flokkur ytst á høgraveinginum. Teir hava í løtuni 49 tinglimir sum svarar til 12,9%.


NOVEMBER


Forsetaval í Írlandi

Forsetavalið í Írlandi skal seinast haldast í november 2018. Í løtuni er tað Michael D. Higgins sum er forseti, og hevur hann verið forseti síðani 11. november 2011. Michael D. Higgins er 76 ára gamal og kemur frá Limerick í Írlandi. Michael D. Higgins hevur enn ikki alment boðað frá, um hann tekur við afturvali. Í skrivandi stund eru ikki nøkur almenn mótvalevni til forsetasessin.


Kongressval í USA

Tann 6. november verður Kongressval í USA. Kongressin er sett saman av tveimum kømrum – Umboðsmannatingið og Senatið. Í Umboðsmannatinginum eru 435 umboðsmannatinglimir, og í Senatinum eru 100 senatorar. Tingmannatalið í Umboðsmannatinginum er ásett samsvarandi fólkatalinum í teimum ymsu statunum í USA. Í Senatinum hinvegin hevur hvør statur tveir senatorar. Allar flestu lógarmál skulu byrja í Umboðsmannatinginum, og síðani eisini samtykkjast í Senatinum.

Í Umboðsmannatinginum er valskeiðið tvey ár. Allir umboðsmannatinglimir verða sostatt endurvaldir fyri hvørji tvey ár – teir standa allir fyri afturvali samstundis. Í Senatinum er valskeiðið seks ár. Har er tað so, at ein triðingur verður endurvaldur fyri hvørji tvey ár. So á kongressvalinum tann 6. november skulu allir umboðsmannatinglimirnir endurveljast, og ein triðingur av teimum 100 senatorunum.

Valskeiðið hjá forsetanum í USA er fýra ár. Tá Kongressvalið verður tann 6. november eru sostatt tvey ár síðani, at forsetin í USA bleiv valdur. Hann hevur tá sitið umleið hálva setu, og verður hetta valið tí nevnt miðvalið. Miðvalini eru í stóran mun eisini eitt val, ella ein veljarakunning um, hvussu tað hevur eydnast forsetanum sjálvum at stýra landinum.

Í løtuni hava Republikanararnir meirilutan í bæði Umboðsmannatinginum og í Senatinum. Og teir eiga eisini forsetan í Hvítu húsunum. Hetta merkir, at Republikanararnir hava reinan meiriluta í USA. Sum heild vísir tað seg so, at amerikanararir dáma best, tá eingin flokkur hevur reinan meiriluta. Teir dáma best, tá tey ymsu valdini skáka hvønn annan, soleiðis at eingin gerst ov valdmikil. Tað er tí ikki óhugsandi, at Republikanararnir missa sín reina meiriluta á komandi kongressvali. Men hetta fáa vit so at síggja tann 6. november.