Útróðrarmenninir settu fúrstarnar upp á pláss

Um søgan endurtók seg móti Íslandi leygardagin, har vit enn hava ein sigur til góðar á heimavølli móti grannatjóðini fyri vestan, so endurtók søgan seg eisini móti Liktinstein. Í seks dystum móti fúrstadøminum hava vit ikki tapt nakran dyst enn – og samstundis setti føroyska liðið nýtt met

Sigurjón Einarsson
7. juni 2021 kl. 22:11

Føroyar 5 – 1 Liktinstein

Tórsvøllur: Føroyska landsliðið fór ein túr á flot eftir ósigurin móti Íslandi leygardagin. Kanska vóru tankarnir enn úti á feltinum fyrstu løtuna av dystinum, tí tað tók eina góða løtu hjá føroyska landsliðnum at finna stevið. Men so við og við gjørdist tað tó greitt, at tað var stórur munur á liðunum báðum – heilt stórur munur á, tá Føroyar tók móti fúrstadøminum Liktinstein á Tórsvølli í kvøld.

Tað var ein fyrri hálvleikur við fáum málmøguleikum í fyrru helvtini av hálvleikinum. Føroyingar høvdu bóltin nógv, men lítið hugflog var yvir spælinum fyrstu løtuna.

Undan dystinum var greitt, at Tórður Thomsen fór at fáa møguleikan at verja føroyska málið fyri  fyrstu ferð í fleiri ár, men hansara dagur gjørdist tíverri stuttur á kontórinum, tí í 6. minutti varð ein bóltur lagdur aftur til hann, har leikari hjá Liktinstein kom við einari seinari takkling, sum rakti knæið hjá Tórði. Hendingin sá ikki so álvarslig út, men Tórður vildi gjarna hava fólk at hyggja eftir sær. Medisinmaðurin Elmar Ósá royndi at koyra kalt á knæið, men tað riggaði ikki og Tórður mátti av vølli við skaða.

Liktinstein lá langt afturi á vøllinum og duvaði upp á snarálop, og tað var eisini eftir eitt snarálop, at gestirnir løgdu seg á odda eftir skjótt spæl, har vinstri bakkurin hevði sníkt seg fram í vinstru og kom brádliga at standa púra leysur. Einsamallur við Teiti Gestsson, sveik bakkurin ikki álitið og legði fúrstadømið á odda 1-0. Málskjútti var Maximilian Göppel.

Tað var nokk hetta málið, ið skuldi til fyri at gúppa føroyingar í afturpartin og greiða teimum frá, at landsdystur bleiv spældur í kvøld.

Góðar fimm minuttir eftir, at Liktinstein hevði lagt seg á odda, byrjaði føroyska liðið at ressast. Nú var meiri vilji og hugflog yvir spælið, og stutt eftir, at Liktinstein hevði lagt seg á odda, svaraði Føroyar aftur, eftir at Heini dró fram eftir vøllinum, har menn fluttu seg væl fyri hvørjum øðrum. Eftir eitt sindur av eitt-tvey samanspæli endar við, at bólturin verður spældur út til Viljormur Davidsen, sum hevði øgiliga nógv pláss og góða tíð at leggja bóltin inn til revin í brotsteiginum, Klæmint A. Olsen, ið fekk knæið ella skinnabeinið á bóltin, sum fór inn. Men tey málini telja eisini og var støðan 1-1.

Eftir útjavnandi málið vóru føroyingar meira grammir og ágangandi enn mótstøðuliðið. Í 37. minutti royndi Brandur H. Olsen seg við langskoti, sum málverjin fekk bjargað til horna.

Sami Brandur H. Olsen var stóri høvuðspersónurin næstu løtuna, tá hann við tveimum málum í trimum minuttum vísti Føroya fólki, at hann er fúrstin á føroyska landsliðnum í løtuni!

Fyrsta málið fekk hann, tá hann í 38. minutti skallaði bóltin hart og væl inn í málið til støðuna 2-1, eftir at Sølvi Vatnhamar hevði lagt bóltin væl innfyri. Og tað seinna málið fekk hann í 41. minutti, tá hann við fløtum skoti legði Føroyar á odda 3-1, sum samstundis eisini var hálvleiksstøðan.

Seinni hálvleikur líktist nógv tí fyrra. Føroyingar høvdu bóltin nógv og sluppu mestsum at hugna sær við bóltinum til tíðir. Ja, tað líktist viðhvørt einari venjing hjá føroyska liðnum.

Liktinstein vísti ikki nógv. Teir høvdu bert tvey álop í seinna hálvleiki. Tann eini møguleikan fekk Yanik Frick, sum er sonur Mario Frick, landsliðskempuna mikla, tá hann gjørdist fríur í høgru síðu, dró inneftir, men skotið fór beint á Teit. Í yvirtíðini fekk málskjúttin hjá Liktinstein, Maximilian Göppel– vinstri bakkurin, sum dugdi væl at sníkja seg framvið, tá hann hevði møguleika til tess - breyt ígjøgnum í vinstru síðu, men harða skotið fór á stongina.

Annars var ikki nógv at skriva heim um, um vit skulu tosa um liðinnsatsin hjá Liktinstein í kvøld.

Føroyar fingu tvey mál í seinna hálvleiki, og tey málini skoraðu ávikavist ein núverandi NSÍ-leikari og ein leikari, sum hevur havt sín uppvøkstur í Runavík.

Fyrst var tað Klæmint A. Olsen, sum vit kenna hann. Miðskeiðis í seinna hálvleiki fekk hann innleg úr høgru, har hann tók bóltin niður við bringuni og meiddi til, men málverjin bjargaði fantastiska væl. Eftirfylgjandi hornaspark fekk Klæmint sítt sjeynda mál í landsliðshøpi, tá hornasparkið frá Peturi Knudsen fann liðfelaga sín á aftaru stong, sum lættliga kundi seta bóltin í málið við høvdinum til støðuna 4-1.

Sami Petur Knudsen vildi eisini sleppa í part, tá hann eitt korter undan leiklok høvdaði bóltin beint við síðuna av, eftir enn eitt gott innlegg úr høgru frá Sølva. Petur fekk enn ein møguleika at høvda bóltin inn í longdu leiktíðini, men tað var enn einaferð uttan úrslit - málini frá hansara síðu skulu tó nokk koma.

Føroyingar vildu meira og hildu áfram at trýsta í endanum av dystinum. Tá tað restaðu seks minuttir, spældu føroyingar skjótt kombinasjónspæl, sum endaði við, at Klæmint varð feldur í brotsteiginum. Viljormur, sum hevur havt sín fótbóltsuppvøkstur við Løkin í Runavík, bleiv settur at skjóta, og hann hamraði bóltin undir nettakið til endaligu støðuna 5-1, sum samstundis er nýtt met hjá føroyska landsliðnum. Ongantíð áður, síðani vit gjørdust partur av UEFA og FIFA, hava vit vunnið ein dyst so nógv sum í kvøld, og tað eiga okkara leikarar stórt rós fyri, hóast byrjanin av dystinum ikki bar brá, at føroyingar fóru at seta nýtt málmet í kvøld.

Og eisini er tað gleðiligt, at føroyska liðið hevur fingið nakrar venjingardystir í beinini, sum er gott fyri fyrireikingarnar til HM-undankappingardystirnar, sum byrja í heyst. Og tá verður tað vónandi eisini við einum fullsettum Tórsvølli - ein tjóðarleikvøllur, sum tekur seg heilt væl út, nú fjórða byggistig er við at koma undir land.