Nógv vóru skelkað, tá danska hondbóltslandsliðið ígjár tapti 28-27 móti Kekkia. Tað sæst í teimum mongu yvirskriftinum í teimum ymsu miðlunum kring heimin.
Í Kroatia verður sigurin hjá Kekkia róptur størsta undrið í EM. Eisini svenska Handbollskanalen sigur tað vera størsta yvirraskilsið í EM higartil. Norska TV2 rópar tað eitt skelkandi tap.
Í morgin klokkan 19.30 føroyska tíð skal danska landsliðið spæla síðsta dyst í sínum bólki mótir Spania, sum er fremst í bólkinum við fullum stigatali. Kekkia og Ungarn spæla klokkan 17.15.
Hóast Danmark tapti sín dyst ígjár, er liðið víðari í kappingini, men úrslitini í morgin avgera, um Danmark fær nøkur stig við sær til millumspælið ella ikki.
Beint nú sær stigatalvan soleiðis út:
Bólkur D
Spania 4
Danmark 2
Kekkia 2
Ungarn 0