Útlendsk starvsfólk stóran týdning fyri privatu vinnuna

Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur gjørt kanning, har 100 fyritøkur vóru spurdar um teirra starvsfólkatørv nú og komandi árini

Tíðindaskriv - Vinnuhúsið
26. februar 2024 kl. 14:30

Starvsfólkakanningin hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag vísir, at yvir 70 prosent av fyritøkunum í Føroyum hava útlendsk starvsfólk í starvi. Í størstan mun er talan um ófaklærd starvsfólk.

Útlendsku starvsfólkini í Føroyum hava stóran týdning fyri privatu vinnuna. Fyri útflutningsvinnuna hevur hon avgerandi týdning fyri teirra virksemi. Tað er ein av høvuðsniðurstøðunum í starvsfólkakanningini, sum Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur gjørt. Í kanningini vórðu 100 fyritøkur spurdar um teirra starvsfólkatørv nú og komandi árini.

70 prosent hava útlendsk starvsfólk í starvi
Yvir 70 prosent av teimum fyritøkum, sum eru partur av kanningini, hava útlendsk starvsfólk í starvi. Eitt útlendskt starvsfólk verður í kanningini flokkað sum ein borgari í Føroyum, ið ikki er danskur ríkisborgari.

Útlendsku starvsfólkini í Føroyum eru sambært kanningini í størstan mun ófaklærd starvsfólk. Hyggja vit nærri eftir vinnugreinunum eru flestu útlendingarnar at finna á kryvjivirkjunum, botnfiskaframleiðsluni og í handverkaravinnuni. Eisini eru nógvir útlendingar í ferðavinnuni og í húsarhaldstænastum, serliga innan reingerð.

Flest hava undir 20
Tað er sera ymiskt, hvussu nógv útlendsk starvsfólk eru í starvi hjá føroysku fyritøkunum. Í kanningini siga 74 % av teimum spurdu fyritøkunum, at tey hava millum 1-20 útlendsk starvsfólk. Sjey prosent hava millum 21-50 útlendsk starvsfólk, 13 prosent hava millum 51-100 útlendsk starvsfólk og seks prosent hava yvir 100 útlendsk starvsfólk í starvi.

Tiltak fríggjadagin
Fríggjadagin 1. mars skipar Javnaðarflokkurin á  fólkatingi fyri almenna tiltakinum “Rætt til ríkisborgararætt?”, sum verður í Perluni í Havn frá kl 13.00 – 15.00 um. Á tiltakinum fer Niels Winther, stjóri í Vinnuhúsinum, at greiða nærri frá sjónarmiðunum hjá vinnuni um útlendsk starvsfólk í Føroyum.