Útlendingastovan kunnaði um umsóknir til útlendsk starvsfólk

Allar umsóknir ið eru sendar inn frá 1. september 2024 og fram, verða viðgjørdar av Útlendingastovuni, og allar umsóknir ið eru sendar inn áðrenn 1. september 2024 verða viðgjørdar av donsku myndugleikunum

industry.fo
1. oktober 2024 kl. 19:55

Hósdagin í farnu viku skipaði Føroya Arbeiðsgevarafelag saman við Útlendingastovuni fyri kunnandi tiltaki í samband við at stórur partur av avgerðarmyndugleikanum fyri fyribils- og varandi uppihaldsloyvum er flutt til Føroya.

Nógvir limir luttóku til tiltakið, ið eisini varð stroymt. Frá Útlendingastovuni var tað Johan Jacobsen, ið hevði framløgu um broytingarnar, nú umsóknir um arbeiðsloyvi til útlendsk starvsfólk verða viðgjørdar av Útlendingastovuni. Størsta broytingin er, at allar umsóknir ið eru sendar inn frá 1. september 2024 og fram, verða viðgjørdar av Útlendingastovuni. Allar umsóknir ið eru sendar inn áðrenn 1. september 2024 verða viðgjørdar av donsku myndugleikunum.

Framløgan hjá Útlendingastovuni kann lesast her.

Til ber at lesa meira á heimasíðuni hjá Útlendingastovuni. Gevi gætur, at enska síðan hjá Útlendingastovuni er í løtuni meira dagførd enn tann føroyska. Eitt nú eru umsóknarbløðini einans at finna á ensku síðuni í løtuni.

Sí ensku síðuna viðv. arbeiðsloyvum her: https://www.utlendingastovan.fo/en/permits/you-want-to-apply-for/work-permit