– Vit eru eitt lítið og viðbrekið samfelag, ið hevur nógv at verja og tí mugu vit vera á varðhaldi. Tað sigur Beinir Johansen, tinglimur fyri Fólkaflokkin.
Hesi seinastu árini eru nógv útlendsk arbeiðsmegi komin til Føroya, og tað hevur heldur ikki verið ókent, at útlendingar, sum eru komnir higar at arbeiða, eru sendir av landinum aftur fyri harðskap og onnur lógarbrot.
Beinir Johansen staðfestir, at sum støðan er nú, verður tað ikki kravt, at tey, sum koma higar at arbeiða, skulu hava reina revsiváttan.
Tí spyr hann nú Bjarna Kárason Petersen, landsstýrismann í lógarmálum, hvat skal til fyri at útlendingar, ið koma higar at arbeiða, skulu útvega revsiváttan.
Landsstýrismaðurin skal eisini greiða frá um hann er sinnaður at broyta treytirnar soleiðis, at útlendingar, sum koma hendavegin at arbeiða, skulu hava reina revsiváttan.
Tað er gott, at møguleiki er at fáa skikkaða og góða arbeiðsmegi, men endamálið má aldrin vera, at vit skulu fáa dømdar brotsmenn til Føroya, sigur hann.
Í Løgtinginum hava tey áður umrøtt hendan spurningin, men tá varð upplýst, at tað er næstan heilt ómøguligt at krevja, at tey skulu hava reina revsivátt.
Og tað er av teirri einføldu orsøk, at nógva staðni hava tey ikki eina skipan við revsiváttum, sum vit hava so tað verður ringt hjá teimum at fáa eina reina revsiváttan.