Føroya Arbeiðsgevarafelag tekur undir við at vit skulu gera meiri burtur úr at integrera útlendingar, sum eru í Føroyum.
Tað sigur Føroya Arbeiðsgevarafelag nú Landsstýrið ætlar at seta eina nýggja integratiónslóg í gildi har tað verður ásett, hvørji rættindi, og hvørjar skyldur, útlendingar sum koma higar, skulu hava.
Hinvegin saknar Føroya Arbeiðsgevarafelag eina neyvari meting av, hvat tað fer at kosta, og ein slík meting eigur at verða gjørd, áðrenn uppskotið verður lagt fyri Løgtingið, siga arbeiðsgevararnir.
Eisini sigur Landsstýrið, at tað er væntandi, at skyldur fara at verða lagdar á vinnuna í hesum sambandi, men Arbeiðsgevarafelagið vil hava, at slík mál verða tikin upp við felagið í góðari tíð.
Men felagið heldur eisini, at skal tað tað eydnast til fulnar at integrera útlendingar í føroyska samfelagið, er eisini neyðugt at broyta útlendingalógina.
Í útlendingalógini er tað eitt krav, at fólk úr fremmandum londum, uttan fyri ES, sum koma til Føroya, skulu arbeiða 40 tímar um vikuna.
– Tað verður ringt at fáa umstøður at ganga til undirvísing í føroyskum, tá ið fólk samstundis skulu arbeiða 40 tímar um vikuna, sigur Arbeiðsgevarafelagið.
Tí er neyðugt at broyta lógina, so at kravið til fólk úr londum uttan fyri ES, verður tað sama sum kravið til ES-borgarar, tað vil siga, at kravið skal vera 30 arbeiðstímar um vikuna. Hin møguleikin er, at undirvísingartímar í føroyskum telja við, tá teir 40 tímarnar verða roknaðir út.
Í integratiónslógini verður skrivað, at tað er týdningarmikið, at tilflytarar kunnu fáa hjálp til at nýta sínar útbúgvingar og sínar starvsroyndir í Føroyum, bæði til frama fyri tey sjálvi og føroyska samfelagið.
Men tey sum søkja um varandi uppihaldsloyvi, skulu skjalprógva at tey hava starvast á sama starvsøki í minst sjey ár út í eitt.
Støðan er tó ofta tann, at útlendingar fáa ikki brúkt sína útbúgving fyrr enn teir hava lært seg føroyskt. Tí er tað ikki óvanligt, at útlendingarnir fyrst taka eitt annað arbeiði, enn teir hava útbúgving til.
Men tá ið teir so duga málið nóg væl, kunnu teir ikki skifta til eitt annað slag av arbeiði, uttan at kravið um sjey ára starvstíð á sama starvsøki telur umaftur av nýggjum. Tí eru tað fleiri, sum, bíða við at brúka sína útbúgving, til teir hava fingið varandi uppihaldsloyvi.
– Hetta viðførir, at útlendingarnar, í eitt longri tíðarskeið, ikki fáa gagnnýtt teir førleikar, sum teir hava við sær frá útbúgvingini í heimlandinum, sigur Arbeiðsgevarafelagið.
– Hetta kravið eigur at vera broytt, so útlendingarnir kunnu gagnnýta sína útbúgving, so skjótt sum tað ber til, leggja tey afturat.