Útlendingar eru ein orsøk til at vit hava sett nýtt met

Alsamt fleiri útlendingar arbeiða í Føroyum

Áki Bertholdsen
16. januar 2024 kl. 08:18

Hendan dagin skrivaðu vit at talið á fólki arbeiðir í Føroyum, hevur sett nýtt met. Í desembur vóru nevniliga 28.740 løntakarar í Føroyum og tað eru 1,4 prosent meiri enn í desembur 2022.

Men tað er ikki bara føroyingar, sum arbeiða í Føroyum, tí her eru eisini nógvir útlendingar. Í roynd og veru veksur talið støðugt á útlendingum, sum koma til Føroya at arbeiða.

Hagstovan sigur kortini, at nú veksur talið á útlendingum kortini ikki so nógv longur, sum tað hevur gjørt.

Fyri einum ári síðani vóru útlendingar sjey prosent av øllum løntakarum í Føroyum og nú eru teir 7,6 prosent.

Fyri fimm árum síðani vóru útlendingar 4,5 prosent av arbeiðsfjøldini í Føroyum.

Frá desembur í 2022 til desembur í fjør, vaks talið á løntakarum í Føroyum 400 fólk.

Men næstan helvtin av teimum, ella 44 prosent, eru útlendingar, sum eru komnir higar at arbeiða.

Hetta er kortini væl minni enn tað hevur verið tí frá novembur í 2022 til novembur í fjør vóru útlendsk arbeiðsfólk heili 86 prosent av vøkstrinum í arbeiðsfjøldini.

Størsti parturin av útlendingum arbeiðir á fiskavirkjum og kryvjivirkjum, á gistingarhúsum og matstovum og í ymsum húsarhaldstanum, sum tað eitur.