Útjaðarin skal til orðanna

Vit, sum búleikast í útjaðarinum í kommununi, kenna best okkara tørv. Tískil skulu júst vit javnan koma til orðanna og verða hoyrd. Fyri at tryggja hetta skal ein økisnevnd gerast í býráðnum, umframt at vit javnan halda lokalir borgarafundir.Tað sigur Høgni Vilhelmsen, valevni til kommunuvalið í Tórshavnar Kommunu.

Høgni Vilhelmsen
7. oktober 2024 kl. 09:54

Eitt, sum er ein týðandi partur av Tórshavnar Kommunu, er uttan fyri Stóragarð og Ringvegin.

Vit hava býlingar og bygdir, ið hava hvør sín samleika, trivnað og tørv. Tað er av alstórum týdningi, at allar hesar bygdir og búsetingar verða hoyrdar og virdar.

Alt ov ofta hoyra vit um misnøgd frá fólki í útjaðaranum í kommununi.

Vit m.a. á Argjum, í Hoyvík, í Kollafirði og í Nólsoy mugu koma til orðanna, áðrenn avgerðirnar verða tiknar, ið víðvíkja okkum.

Vit,sum búleikast í útjaðaranum, kenna best okkara tørv. Fyri at stytta um frástøðuna til har avgerðirnar verða tiknar, skjóti eg upp:

  • At lokalir borgarafundir verða hildnir javnan.  

  • At samstarvið við staðbundnu nevndirnar verður ment.

  • At ein av føstu nevndunum í býráðnum eigur at vera ein økisnevnd.

Eg ynski veruliga at arbeiða fyri breiddini í kommununi og lokalsamfelagnum.

Tí eri eg eitt skilagott val 12. november.

 

Høgni Vilhelmsen

Valevni hjá Fólkaflokkinum til býráðsvalið í Tórshavnar kommunu