Vit hava býlingar og bygdir hvør við sínum samleika, trivnaði og tørvi. Tað er av alstórum týdningi, at allar hesar bygdir og búsetingar verða hoyrdar og virdar.
Alt ov ofta hoyra vit um misnøgd frá fólki í útjaðaranum í kommununi.
Vit m.a. á Argjum, í Hoyvík, í Kollafirði og í Nólsoy mugu koma til orðanna, áðrenn avgerðirnar verða tiknar, ið víðvíkja okkum.
Vit,sum búleikast í útjaðaranum, kenna best okkara tørv. Fyri at stytta um frástøðuna til har avgerðirnar verða tiknar, skjóti eg upp:
-At lokalir borgarafundir verða hildnir javnan.
-At samstarvið við staðbundnu nevndirnar verður ment.
-At ein av føstu nevndunum í býráðnum eigur at vera ein økisnevnd.
Eg ynski veruliga at arbeiða fyri breiddini í kommununi og lokalsamfelagnum.
Tí eri eg eitt skilagott val 12. november.
Høgni Vilhelmsen
Valevni hjá Fólkaflokkinum til býráðsvalið í Tórshavnar Kommunu