Útisetalið hart rakt av koronu

Hondbóltsfelagið hjá føroyskum útisetum í Keypmannahavn er illa rakt av koronu. Nógv eru smittaði og fleiri skulu kanna seg í dag

Sigurjón Einarsson
6. oktober 2020 kl. 10:08

Eftir at hava ligið í dvala í nærum eitt hálvt ár, byrjaði nýggja hondbóltsárið hjá føroyska útisetaliðnum í Keypmannahavn, ÍF Føroyum, síðst í september. Men longu nú er útlit fyri einum steðgi aftur. Felagið er hart rakt av koronu.

- Vit vita ikki við vissu enn, hvussu nógv eru smittaði. Sum nú er, eru tað seks smittaði, sum vit vita um, og hetta er bæði kvinnur og menn, sigur forkvinnan í felagnum, Beinta S. Poulsen við Dimmalætting.

Forkvinnan sigur, at tey hava avlýst alla venjing hesa vikuna og ein dystur hjá besta mansliðnum, sum skuldi verða spældur í kvøld, er útsettur. Hon sigur, at alt er so óvist í løtuni, men vónar, at tey vita meira í ovurmorgin, tá fleiri hava verið og kanna seg. Vil illa til, so er væntandi, at talan kann verða um ein steðg aftur fyri føroysku útisetarnar.

- Nøkur testaðu seg fyrradagin og summi hava testað seg í gjár. Tey flestu fara at testa seg í dag, so vónandi finna vit útav í morgin, hvussu nógv eru smittaði í felagnum, sigur forkvinnan.  

Besta mansliðið hevur annars fingið eina góða byrjan uppá nýggja kappingarárið, har teir hava vunnið báðar teir fyrstu dystirnar.

Kvinnuliðið hevur spælt ein dyst og tapti hann.

Felagið hevur íalt trý lið.