Útgávutiltak á barnabókasavninum
Í samband við at ein spildurnýggj myndabók kemur út skipar Bókadeild Føroya Lærarafelags fyri hugnaligum útgávutiltaki fyri børn á barnabókasavninum í Havn
Ragnar Sjúrðarson
22. august 2024 kl. 11:08
Leygardagin 31. august kl. 15 skipar Bókadeild Føroya Lærarafelags fyri hugnaligum útgávutiltaki fyri børn á barnabókasavninum í Havn.
Tað skrivar Býarbókasavnið.
Hetta er í samband við, at ein spildurnýggj myndabók kemur út, sum Joan Waag Høgnesen hevur skrivað, og Hans Jacob Østerø hevur myndprýtt. Bókin eitur Svansi-bob og er ein herlig og svansut søga við stuttligum myndum um svanga grísin Bob, sum fer sín fyrsta túr inn í býin at fáa sær okkurt lekkurt at eta.
Joan fer at lesa søguna, og Christina Eriksen fer at syngja nakrar barnasangir. Aftaná fáa øll okkurt søtt og lekkurt.