Seinasta fríggjadag var uppskotið hjá Bjarna K. Petersen, landsstýrismanni, til nýggja fosturtøkulóg til 1. viðgerð í løgtinginum. Eg sat heima í míni íbúð í Keypmannahavn og lurtaði, og eg má viðganga, at at eg bleiv bæði kløkk og ørkymlað at hoyra støðið á málburðinum hjá summum tingfólkum, ið vóru í salinum og gjørdu viðmerkingar hendan dagin.
Eg bleiv milt sagt skelkað av óvandaliga málburðinum hjá vaksnum monnum, sum setti gongd á óunniligar tankar og minnir, og eru mínar viðmerkingar skrivaðar í hesum sambandi.
Fekk abort 16 ára gomul
Eg var 16 ára gomul, tá eg sjálv kom í ta truplu støðu, at eg var vorðin við barn. Eg minnist tað sum ræðuliga svárt at biða um hjálp frá mammu míni, sum tó stuðlaði mær at koma til lækna og greiða frá støðu míni. Eg var kedd og føldi meg ikki føra at vera mamma.
Eg fekk eina abort í Havn, áleið viku 11. Eg minnist aftur á hesa tíð sum eina tunga mjørkakenda tíð, men mítt tannáringa lív gekk víðari, og eg var ongantíð í iva um, at avgerðin var tann rætta.
Men lítið visti eg um, hvørja ávirkan hendan hendingin fór at hava fyri meg síðani. Ikki sjálv avgerðin um at taka abort, sum eg kundi liva við, men reaktiónirnar og umrøðan frá fólki viðvíkjandi fólki í mínari støðu.
Horur og barnamordarar
Í studendatíðini sat eg mangan sum ein fangi í glóðheita kjakinum um abort, har fólk tveitti um seg við skeldsorðum og viðmerkingum um fría abort, og serliga hvat tey hildu um tær kvinnur, sum fingu fosturtøku. Tað var ótrúliga ógvusligt, og fyri at geva tær varhugan av hvussu hørð orðini vóru, skal eg endurgeva nøkur av teimum ógvuligu útbrotunum, sum enn tann dag í dag standa klár í minninum: ”Kvinnur, ið fáa abort eru horur”, ”Kvinnur, ið fáa abort eru barnamordarar”, ”Kvinnur, ið fáa abort eru kaldar og egoistiskar”, bert fyri at nevna nøkur dømir.
Eg kendi meg sum ein fanga, ið hevði fingið munnkurv. Eg luttók aldrin í kjakunum, sum vóru í flokkinum. Flýddi úr lokalunum hvørja ferð, út á gongina ella vesið, við hjartabankan og einum stórum klumpi í hálsinum. Tað var hart at vera konfronterað við slíkum ákarum og mótgangi. Í einum máli, sum frammaundan var so sárbart at ganga við inni við mær sjálvari.
Tað kom mær ongantíð til hugs at fortelja mína søgu fyri floksfeløgunum, tí eg skammaði meg yvir, at vera ein egoistisk hora, ella ja, ein barnamordari í eygunum á summum.
Árini gingu og síðani eri eg flutt til Keypmannahavnar, har eg nú havi búð í nærum 15 ár. Eg eri vorðin ein vaksin kvinna og eri í dag eisini so heppin at vera blivin mamma.
Eg kenni rætt frá skeivum, og veit, at eg hvørki eri nøkur egoistisk, køld hora ella barnamordari. Gævi eg hevði kunnað sagt tað við ta 16 ára gomlu Siggu-Mariu. Eg eri ein tilvitað, umsorganarfull og nærverandi mamma at trimum børnum, ið eg havi valt av heilum hjarta. Eg kenni meg fría til at velja til og frá í tilveruni, í einum samfelagi, ið rúmar meg, sum eg eri. Tað eri eg sera takksom fyri.
Fordøming og nazi-retorikkur á tingi
Og so aftur til tilviðgerðina fríggjadagin, sum var skemmað av skelkandi og niðrandi málburði.
Brádliga var eg tveitt aftur til kjakið í Hoydølum, har skomm og skeldsorð skolaðu inn yvir meg, sum ein flóðalda. Eg fekk klumpin í hálsin og hjartabankan aftur, og tað gjørdist mær greitt hvat hendan skommin hevur gjørt við meg. Tí tað situr í mær enn, nærum 17 ár seinni – ein orsøk til, at eg aldrin flutti heim aftur.
Og eg kundi ikki lata vera við at hugsa um tær ungu kvinnur, ið nú sita í somu støðu, sum eg gjørdi, tá eg var 16 ára gomul. Tær, ið nú sita og skulu leggja oyra til grova málburðin frá teirra landsmonnum í tingsalinum.
Góða tú, unga kvinna, ið er komin í hesa óhepnu støðu! Tú ert ikki nakar barnamordari, og eiheldur kanst tú samanberast við nakran nazist. Tú ert hvørki køld, kynisk ella egoistisk. Tú ert djørv í eini so sárbarari støðu, og tú skalt vita, at tú ert ikki einsamøll.
Og góðu tit, ið tala fyri fríari abort í tingsalinum! Takk fyri, at tit megna at halda høvdið kalt í einum glóðheitum kjaki. Takk fyri fakligheit á høgum stigi, og takk fyri at tit megna at hava fokus á kjarnuna í sjálvum málinum. Tit eru orsøkin til, at vit útisetar errin kunnu fylgja við í tí rúkandi menning, tit skapa. Fyri einum frælsari landi, har vit øll kunnu hava eina framtíð við somu treytum, uttan at skula føla okkum útskammađ.
Góðan arbeiðshug.
Sigga-Maria Hjalmarsdóttir Højgaard