Usbeki váttar seg sekan í yvirgangi

39 ára gamli usbekin, Rakhmat Akilov, er ákærdur fyri yvirgangsvirksemi

Elisa Vang
13. februar 2018 kl. 12:07

39 ára gamli maðurin, Rakhmat Akilov, sum 7. apríl í fjør koyrdi við lastbili inn í eina mannamúgvu á Drottninggatan í Stokkhólmi, váttar seg sekan í yvirganginum. Tað skal hann hava sagt, tá rættarmálið fór av bakkastokki týsdagin fyrrapart, sambært AFP-tíðindastovuni. 

 

- Hann játtar seg sekan í yvirgangi, yvirgangsroynd og í roynd at seta nógv menniskju í lívsvanda, sigur sakførarin, Johan Eriksson.

Fimm fólk vórðu dripin í álopinum 7. apríl í fjør, og fimtan fólk vórðu særd.

 

Lesið meira HER